Javna letur herðaklapp

Í morgun fer Javni at handa Ársins herðaklapp 2015 til onkran, ið ger serligt arbeiði fyri fólk við menningartarni

Klokkan hálvgum nýggju í morgun handar Javni Ársins herðaklapp 2015.

Javni er felag hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. 

Hugskotið við herðaklappinum er heiðra onkran, ið ger eitt serstakt abreiði fyri fólk við menningartarni.

Í javna siga tey, at tann, sum fær herðaklappið í ár, ger eitt arbeiði, sum foreldur javnan lovprísa. Herðaklappið verður handað í Posthúskjallaranum.

Í samband við handanina fara Meiken. S. Olsen og Elisabeth Rubeksen, undir leiðslu av Eiriki Skála, at spæla nøkur løg.