John Johannessen
Av ósketni er í vitaluni við Jógvan Adolf Johannessen í blaðnum í komið at standa, at Eyðun Elltør, oljumálaráðharri, er tjóðveldismaður. Hetta er sjálvsagt ikki rætt. Hann umboðar Sjálvsstýrisflokkin í Landsstýrinum.
Eisini verður sagt, at tað var landsstýrissamgongan í 1962 við Javnaðarflokkinum á odda, ið kom við skipanini um fólkapensjón. Hetta er heldur ikki rætt, tí tað var landsstýrissamgongan frá 1958 við Javnaðarflokkinum, sum fekk fólkapensjónina í lag. Vit biðja um umbering fyri mistakið.