Javnaðarhugsónin byggir alt á samstarv og loysnir

Men munurin millum okkum og Tjóðveldisflokkin er, at vit virða tey, sum eiga avgerðina.

 

Í sjálvstýrismálinum er tað okkara egna fólk, sum eigur avgerðina og hvørki danskir ella grønlendskir javnaðarmenn ella annað gott fólk. Vit seta ikki skrivstovur á stovn fyri danskar pengar fyri síðan at biðja aðrar stríða tað góða stríðið, nei hetta stríðið eiga vit sjálvir, og stríðsvøllurin er her heima á klettunum. Vit útflyta ikki málini til onnur at taka avgerðir um.

Makan til snaran og reingjan av veruleikanum, sum Høgni Hoydal ger seg til talsmann fyri í greinini ?Er javnaðarflokkurin farin í sjálvbodna isolasjón?? skal man leita leingi eftir. Hevði satt at siga ikki trúð, at ein politikkari kundi fara so lætt um sannleikan og søguliga veruleikan, sum formaður tjóðveldisfloksins ger i hesi greinini. Alt verður vent á høvdið fyri síðan at gera tað annars í øðrum samanhangum so kendu niðurstøðuna, at bara teir og teir einsamallir sita við sannleikanum og tí verululigu sakini. Øll vit onnur eru lyguvættir, grenj og fullkomiliga uttan evnir til at síggja, hvussu mál skulu loysast.

Hann fer enntá so langt sum at siga, at tað eru teir sum standa fyri samstarvi og framburði. Hugsi tykkum til, hesin flokkur, sum ikki hevur gjørt annað enn at ferðast frá tí eina samanbrestunum til tann næsta, nú eru teir knappliga vorðnir eitt við samstarvið sum rættir friðarapostlar.

Og so eru tað vit onnur, sum ikki virða aðrar politikkarar úr øðrum londum, ja væl at merkja um teir ikki eru úr Danmark fyri at brúka Høgnasa egnu orð. Aftur ein kolasvørt lygn, tí neyvan nakar annar flokkur hevur so glæsiligt samstarv við aðrar flokkar í Norðurlondum at vísa á, sum júst føroyski Javnaðarflokkurin. Men munurin er, at vit vita, hvat vit skulu samstarva um og ikki. Vit fara ikki til teirra við tí, sum vit ikki sjálvur megna. Vit fara ikki og biðja teir loysa teir trupulleikar, sum vit ikki koma á mál við her heima. Tað er ivaleyst aðalmunurin.

Ætla tit kanska eisini at fáa Lars Emil og Kuupik Kleist at loysa trupulleikarnar á B6, innan eldraøkið, íbúðarviðurskiftini, heimarøktina, skúlaverkið o.s.fr.?

Bræv mítt til Lars Emil verður sjálvandi eisini mistulkað. Uttan dropan av sakligheit, so verður alt annað lagt í hetta skriv. Skrivið sigur stutt og greitt, at tá Lars Emil ger seg til talsmann fyri Høgna og Torbjørn, so ger hann seg til talsmann fyri ein minniluta í Føroyum, og at hetta tykir okkum at vera sera óheppið. Høgni, Torbjørn og Tjóðveldisflokkurin umboða 24,9% av føroysku veljarunum, men als ikki hini 75,1%. Og harðrenda og lítið semjusøkjandi støða teirra leiðir teir út í isolasjónina, sum teir annars spáa okkum.

Føroyska sjálvstýristilgongdin er hvørki eitt danskt, grønlendskt ella eitt íslendskt mál. Tað er snøgt sagt okkara egna mál. Tað skulu eingir aðrir enn vit føroyingar siga, hvar skápið skal standa í hesum máli. So kunnu vit annars samstarva so galt vit vilja um onnur mál.

Og hví gjørdist Høgni ikki limur í Føroya-nevndini? Honum stóð jú sessurin í boði, sum eisini rímiligt var, men hann takkaði nei og bað Lars Emil átaka sær uppgávuna fyri seg. Óhefta føroyska røddin vildi ikki sjálvur umboða Føroyar, men valdi ein annan til tað.Og hann fekk ikki sessin í boði frá einum donskum bólki, sum eg gjørdi, men teirra egni bólkur fekk hann tillutaðan. Tað eru ótrúliga mong við mær, sum ikki skilja hasa støðutakanina.

Nei, Høgni - Javnaðarflokkurin hvørki isolerar seg her heima ella aðrastaðir. Vit hava gjørt vart við nøkur viðurskifti, sum átti at verið øllum sjálvsøgd, men opinbart ikki eru tað, tá samanum kemur.

Og hví hevur løgmaður eisini skrivliga latið nýggju føroysku fólkatingsumboðini vita, at tey ikki hava nakað mandat til at tosa landsstýrisins søk? Hetta er fyrstu ferð í søguni, at løgmaður hevur tikið slíkt stig. Og hví slær løgmaður fast á tingi, at Norðuratlantiski bólkurin ikki er talsmaður fyri landsstýrið? Jú, tí løgmaður skilir millum, hvat er partapolitikkur, og hvar er landsstýrisins politikkur. Og løgmaður skilir ímillum, hvat vit sjálvir skulu taka okkum av, og hvat vit samstarva við aðar um. Og uttan iva tí at løgmaður er í iva um, um nú aðrir eisini skilja tað.

Nú gevur tú Javnaðarflokkinum góð ráð um nýggjárlyftið, men tað fara vit at finna útav sjálvir. Besta nýggjárslyftið vit kunnu geva føroyingum er, at vit verða menn fyri at loysa eisini hetta stórmál. Ikki við at brúka aðrar sum skotbjálvar og enn minni at brúka aðrar stríðsvallir enn tann føroyska

Avgerðina eiga bert vit sjálvi - og takk fyri, at so er. Javnaðarflokkurin fer inn í tað nýggja árið við opnum sinni til samstarv ikki bert fyri at loysa hetta málið, men sanniliga eisini øll hini, sum liggja og bíða. Fyrst og fremst samstarv her í Føroyum, men eisini samstarv um røttu málini í altjóða høpi.

At enda vil eg ynskja tær og øllum føroyingum eitt gott nýggjár.