Ja, so fingu vit tað at vita. Formaðurin í uttanlandsnevndinin sigur, at eg eigi æruna av, at farið verður hesa kunningarferð, og umsitingin eigur æruna av, hvar leiðin gongur. Tað man vera løgið at sita sum formaður í eini nevnd, og so lata øll onnur taka avgerðirnar. Hergeir Nielsen fær tað næstan at ljóða sum um, at øll onnur hava ligið á knæ fyri at yvirtala hann at koma við.
Eg persónliga og Javnaðarflokkurin ganga fult og heilt inn fyri kunning og upplýsing. Tað skal tað eingin ivi standast um. Tað er eisini rætt, at løgtingsnevndir kunna seg um viðurskiftu, sum hava almennan áhuga og almennan týdning fyri okkara egnu viðurskiftu, sum t.d. handilsviðurskiftu. Tí er ferðin til Geneve uttan iva sera viðkomandi.
Men hvat var tað Hergeir Nielsen segði við Sosialin 10. juni? Jú hann segði ma.:
?Ætlanin við ferðini er at víðka sjónarringin soleiðis, at hugskot úr til dømis Liechtenstein kunnu nýtast í sambandi við fullveldisætlanina.? Víðari sigur Hergeir Nielsen: ?Tað skal ikki vera nøkur loyna, at endamálið við vitjanini í Liechtenstein eisini er at hyggja at sjálvari fullveldistilgongdini hjá landinum.?
So nú er knappliga endamálið við ferðini at kunna seg sjálvan um eina politiska strategi, sum tá samanum kemur, ikki øll samgongan og tíansheldur andstøðan taka undir við.
Í greinini í Sosialinum 16. juni sigur Hergeir Nielsen, at vit í Javnaðarflokkinum ikki eru førir fyri at siga, hvussu Føroyar skulu skipast eftir okkara uppskoti um ríkisrættarligu støðuna. Til hetta vil eg bert her og nú siga (meira kemur seinni), at okkara uppskot hevur verið til viðgerðar hjá serkønum fólki, sum siga sína erliga hugsan um uppskotið. Og vit eru uppaftur meira styrktir í trúnni. tað kann eg upplýsa nú.
Tað kann væl vera, at Hergeir Nielsen verður klókari av ferðini, tað vil eg eisini vóna, men hví eg skal gerast tað býttari av, at eg ikki eri við í ferðalagnum, tað skilji eg ikki. Eg havi ríkan møguleika, sum er, at súgva til mín vitan um hetta lítla landið, sum ger sær dælt av, at kapitaláhugamál hjá stórum vinnufyritøkum í grannalondunum flýggja inn um markið fyri at sleppa bíligari í skatti og avgjøldum í tí ótrúligu liberalu skattaskipanini. Óli Breckmann plagar at siga ?eitt lágskattland.? Men annars rokni eg við, at uttanlandsnevndin gevur eina objektiva frágreiðing um ferðina, um hon heldur, at vit onnur eru vorðin ov býtt og vita ov lítið.
Stuttligt hevði kanska verið at fingið at vitað, hvat liechtensteinar siga, tá tit vónandi spyrja teir um teirra hugsan um føroyskan búskap við fallandi fiskiskapi, fallandi prísum og einum skjótt minkandi ríkisstuðuli?
Annars er avgerðin, um ikki at fara við, okkara, og vit standa ikki til svars yvir fyri hvørki Hergeiri Nielsen ella øðrum. Men satt skal vera satt, at tá formaðurin í uttanlandsnevndini í Sosialinum proklameraði ferðini sum eina fullveldisekspedisjón, tá tóku vit avgerðina.
Annars góða ferð.
Jóannes Eidesgaard