Eg eri púra samdur við rektaranum í Hoydølum í hansara niðurstøðum í blaðnum í gjár. Hetta eru júst sjónarmiðini, sum eg m. a. havi ført fram, so at leggja tað út til, at eg eri ímóti einum nýggjum studentaskúla í Havn, er burturvið.
Vit hava í sitandi samgongu bygt skúlar, so tað stendur eftir bæði í Suðuroy, í Klaksvík og nú í Vestmanna. Vit eru samdir um, at byggja nýggja Tekniska og Handilsskúla í Marknagili, meðan eitt nú Tjóðveldi í bestu uppgangstíð nakrantíð, har teir enntá umsótu skúlamál, ongan skúla bygdu.
So latið tykkum ikki tøla av hesum. Javnaðarflokkurin vil avgjørt taka stig til nýggjan studentaskúla í Havn, sjálvt um vit ditta okkum at seta spurning við, um júst hatta konseptið í Marknagili er tað rætta.