- Tað ber ikki til at samtykkja almennar íløgur fyri 160 milliónir, uttan at tað yvirhøvur er viðgjørt í samgonguni.
John Johannessen, politiskur formaður í fólkaflokkinum, hevur nú kravt, at allar samferðsluútbyggingar í samfelagnum verða viðgjørdar á einum fullmannaðum samgongufundi, sum helst verður ein av fyrstu døgunum.
Og tað er lagt upp til ein harðan samgongufund, tí Javnaðarflokkurin er stak ónøgdur við tað, sum er farið fram í samgonguni á samferðsluøkinum higartil.
-Tað, sum vit ikki góðtaka, er, at tá ið fíggjarnevndin snikkaði fíggjarlógina fyri í ár til, hevur hon stungið íløgur út í kortið, sum fara at binda landskassan til at brúka 160 milliónir krónur til almennar íløgur næsta ár.
Tað skilst, at Javnaðarflokkurin følir seg eitt sindur trumlaðan niður av fíggjarnevndini í hesum sambandi.
- Her er fyri ein heilt stóran part talan um almennar íløgur, sum fíggjarnevndin hevur ásett av sínum eintingum og sum yvirhøvur ikki eru viðgjørdar í samgonguni, sigur John Johannessen.
- Tað kann ikki vera meiningin, at tað skal vera fíggjarnevndin einsamøll, sum ger av, hvørjar íløgur skulu gerast, uttan at samgongan hevur viðgjørt støðuna.
Hann leggur afturat, at summar av íløgurnar hevur samgongan ikki hoyrt orð ella eið til, fyrrenn nú fíggjarnevndin hevur sett tær í fíggjarlógina og tað góðtekur hann ikki.
Sum eitt dømi um hetta nevnir ein nýggjan veg, sum skal gerast á Skálafirði, sum hann ikki hevur hoyrt um áður.
Og hetta vil Javnaðarflokkurin ikki finna seg í. Áðrenn nakrar íløgur verða samtyktar, hevur flokkurin tískil kravt, at øll samgongan setir seg saman at viðgera og raðfesta allar samferðsluíløgurnar.
Hann vil ikki nevna, hvørjar íløgur, talan er um.
Men tað er greitt, at Annika Olsen hevur longi boðað frá, at hon beint í hesum døgum fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera tunlarnar norður um Fjall, nýggja havn í Skúvoy, um at umvæla byrgingina um Haraldsund, umframt aðrar útbyggingar.
Samstundis hevur Jaspur Vang, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin boða frá í Sosialinum, at nýggjur tunnil til Hvalbiar eisini verður raðfestur í fremstu røð.
Bleyt virði raðfestast hægri
John Johannessen staðfestir, at nógvar av íløgunum, sum ætlanin er at gera, verða upp, eru skilagóðar samfelagsíløgur.
Men hann ivast kortini í, hvussu samfelagsgagnligar summar av hesum íløgum eru.
- Tí hevur Javnaðarflokkurin kravt, at allar almennar íløgur, sum tær eru, verða viðgjørdar í eini heild, har eisini íløgur í skúlar, sambýli, røktarheim og annað, verða tiknar við.
Men skulu 160 milliónir brúkast til samferðsluna næsta ár, er tað púra greitt, at tað verður lítið eftir til at byggja aðrar vælferðartænastur út fyri, eitt nú røktarheim, sambýli, skúlar og annað.
- Tað er ein støða, sum Javnaðarflokkurin ikki kann góðtaka, uttan eina neyva politiska viðgerð í allari samgonguni. Nettupp íløgur í sambýli, røktarheim, skúlar og onnur almannamál, eru viðurskifti, sum Javnaðarflokkurin leggur stóran dent á og vit kunnu ikki liva við, at tær tænastur verða forsømdar.
- Í vánaligum tíðum mugu vit eisini gera okkum greitt, hvørjar íløgur skapa mest virksemi og sostatt fáa flestar hendur til arbeiðis.
Merkir tað at tit vilja skerja íløgurnar í samferðslukervi fyri at útvega pengar til íløgur og umvælingar í sambýli, røktarheim, skúlar og annað?
- Tað skal eg ikki siga, tí nú kenna vit ikki úrslitið av teirri politisku viðgerðini, sum vit hava kravt at fáa.
Ikki kaldar føtur
Í Degi og Viku í gjárkvøldið staðfesti Kaj Leo Johannesen, løgmaður, at hann kendi onki til, at Javnaðarflokkurin hevur biðið um samgongufund.
Men skjøl, Sosialurin hevur fingið innlit í, vísa, at tað var longu síðsta mikudag, at Javnaðarflokkurin gjørdi samgonguni greitt, at hann vildi hava samgongufund um samferðsluútbyggingarnar
John Johannessen staðfestir sostatt, at tað er ikki veljarakanningin, sum Fynd gjørdi fyri Kringvarpið um vikuskiftið, sum er orsøkin til, at Javnaðarflokkurin hevur fingið kaldar føtur, hóast flokkurin stendur seg sera illa í kanningini.
- Vit bóðu um samgongufundin áðrenn veljarakanningin varð almannakunngjørd, sigur John Johannessen.
Les eisini greinina: Eidesgaard stendur fast: Hallið skal ikki økjast