Løgmaður skal gera av, um hann ynskir fyrilitarleysan borgarligan sparipolitikk saman við Fólkaflokkinum ella at taka stig at tryggja føroyska vælferðasamfelagið saman við Javnaðarflokkinum. Tað boðar Javnaðarflokkurin frá í opnum brævi til løgmann í dag.
Jóannes Eidesgaard, formaður, sigur, at tað er ikki ein roynd at sleppa úr samgonguni.
- Vit hótta ikki við samgongusliti. Vit vilja sláa manngarð um vælferðartænasturnar, og kunnu ikki hyggja av, meðan tænasturnar fella frá í smáum. Okkara hjartamál eru gingin ov nær í hesum føri, og tí noyðast vit at taka ábyrgd, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann ger greitt, at Javnaðarflokkurin vil fegin taka aðrar loysnir til umrøðu.
Tað er ósemja millum samgonguflokkarnar um øktu útreiðslurnar, sum standa av lønarvøkstrinum, skulu leggjast afturat verandi útreiðslukarmi ella finnast undir verandi karmi.
Lønarhækkingin hjá almennu fakfeløgunum kostar 27 milliónir krónur næsta ár. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin siga, at lønarkarmur skal vera tann sami.
Javnaðarflokkurin vil, at útreiðslukarmurin skal økjast við 27 milliónum krónum.