Javnaðarflokkurin ætlar sær á vøllin

Flokkurin ætlar at seta politisku dagskránna við ítøkiligum uppskotum um fiskivinnupolitikk, fíggjarpolitkk, sjálvstýristilgongd og kommunupolitikk

Politikkur

Andstøðan í føroyskum politikki plagar ikki at hava serliga nógva ávirkan á førda politikkin.
Men stendur tað til Føroya Javnaðarflokk, verður tað nú øðrvísi.
Flokkurin hevur havt drúgvan fund um vikuskiftið, har politiska støðan varð til viðgerðar.
Samstundis var upplýsandi fundur fyri javnaðaráhugaðum um ES, men hetta var einans ætla til upplýsingar, tí tað er als ikki talan um, at støða floksins til ES er broytt.
Jóannes Eidesgaard, formaður floksins, sigur, at á fundinum í floksleiðsluni varð politiska støðan gjørd upp. Men samstundis tosaði flokkurin eisini um, hvussu hann kann gerast sjónligari í føroyskum politikki.
Hann sigur, at tað er ein sannroynd, at soleiðis, sum føroyskur politikkur er skipaður, er tað samgongan einsamøll, sum avgerð allan politikkin og tí kann tað verða skjótt hjá eini andstøðu at dovna burtur, tí hon hevur onga ávirkan.
Men hesa felluna ætlar javnaðarflokkurin ikki at fella í.
? Vit ætla okkum á vøllin og at gera, hvat vit kunnu fyri at fáa ávirkan.
Formaður floksins sigur, at tað ætlar flokkurin at gera við at seta politisku dagsskránna. Og tað skal gerast við ítøkiligum uppskotum um broytingar á ymsum økjum.
?Vit høvdu fleiri stórmál á skránni, eitt nú fiskivinnupolitikk, fíggjarpolitikk, sjálvstýrispolitikk, kommunupolitikkin og um, hvussu almenna umsitingin skal skipast, sigur hann.
Flokkurin kom ikki til nakra niðurstøðu á fundinum leygardagin, men nú eru limirnir í floksleiðsluni farin hvør til sítt at umhugsa tey ymsu málini og so er ætlanin at hittast aftur seinni at stinga ítøkiligar ætlanir út í kortið.
? Eg haldi, at tað hevur stóran týdning fyri okkum sum andstøðuflokk at vit eru árvakin og ikki sovna í vanliga ndstøðuleiklutinum. Ikki minst tí tað er skilligt, at samgongan hevur harðliga bruk fyri einum veruligum mótspæli.
? Umframt at gera vart við okkara egnu hugsan um ymisk mál, ætla vit á henda hátt at tvinga samgonguna at taka verulig, politisk mál til viðgerðar.

Ivaleyst at tríva í
Og Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er ivaleyst at tríva í.
?Fiskivinnupolitikkurin er eitt málsøki, sum hevur stóran týdningi. Har er ein trupulleiki at tað ber til at leggja smábátar saman til stór, effektiv skip, sum síðani verða sett í bólk, har ongin vil kennast við tey og har tey ikki hoyra heima.
? Við hesum hevur javnaðarflokkurin ikki sagt, at tað skal vera knívskorið at keypa og selja fiskirættindi, tí tað ber illa til, men gølurnar, sum hava verið í seinastuni bera á tað borðið, at umsitingin av fiskivinnuni er ikki nøktandi.
Trupulleikarnir, sum smábátarnir hava við tað, at fiskidagarnir verða uppi, er ein annar trupulleiki.
Sjálvstýrismálini eru onnur stórmál, sum flokkurin ætlar at taka upp.
Í tí sambandi ætlar flokkurin at arbeiða víðari við uppskotinum hjá Hans Paula Strøm á grundlógarráðstevnuni har hann hann mælti til at grundlógarnevndina skuldi royna at fáa eina politiska semju um sjálvstýrismálini.
? Eg havi varhugan av, at allir flokkar vístu hesum uppskotinum áhugað og tað hevði verið søguligt at fingið undirtøku frá øllum løgtinginum, ella í hvussu so er einum stórum meiriluta, fyri sjálvstýrispolitikkinum.
Nú hevur tað verið roynt til fánýtis í skjótt fimm ár at fáa semju um sjálvstýrispolitikkin. Hvat fer so fomannin í javnaðarflokkinum til at vænta, at tað skal bera til nú?
?Tað er løgmaður, sum hevur gjørt seg til talsmann fyri at savna ein stóran meiriluta í løgtinginum um fullveldismálið. Men vit hava alla tíðina gjørt greitt, at so leingi endamálið var fullveldið her og nú, var onki at gera semju um.
?Men vilja allir partar ásanna støðuna, sum hon er nú, og eru sinnaðir at arbeiða hiðani frá, haldi eg framvegis, at tað eigur at bera til at finna semju. Og tað skerst ikki burtur, at eftir grundlógarráðstevnuna sær veruleikin munandi øðrvísi út, tí har vóru nógvar gamlar mýtur sópaðar til viks.
Jóannes Eidesgaard sigur, at heimastýrislógin er ikki nøktandi og tí er neyðugt at gera eina nýggja avtalu ímillum Føroyar og Danmark, sum staðfestir rættindini hjá løgtingi og landsstýri.

Ávirkan á fíggjarlógina
Javnaðarflokkurin fer eisini at royna at fáa størri ávirkan á fíggjarlógina.
Og hann er til reiðar at gera neyðsemjur við samgonguna fyri at fáa nøkur av sínum málum við.
?Soleiðis verður arbeitt við fíggjarpolitikki í øðrum londum og vit fara at vita um tað ber til hjá andstøðuni í Føroyum at fáa ávirkan á fíggjarlógirnar við at gera neyðsemjur við samgonguna.