- Hetta kláraðu vit serstakliga illa.
John Johannessen, løgtingsmaður fyri javnaðarflokkin, er ómetaliga ónøgdur við tað, sum fór fram í Løgtinginum beint fyri jól.
Ikki minst er hann stak ónøgdur við sínar egnu partamenn í javnaðarflokkinum.
Tað var tá ið Løgtingið hósdagin fyri jól samtykti fíggjarlógina fyri næsta ár, at John Johannessen heldur, at javnaðarflokkurin fór heilt av kósini.
- Vit stóðu okkum ómetaliga illa, sigur hann.
Tað, sum hann serliga er misnøgdur um, er leikluturin hjá Anfinni Kallsberg í formanninum fyri fíggjarnevndina, Anfinn.
- Tað eydnaðist Anfinni Kallsberg at lumpa og lirka útreiðslur hjá undirsjóvartunlunum upp á fíggjarlógina so at tað nú er landskassin, sum hongur upp á tær.
- Hetta gjørdi hann, uttan at nøkur sum helst avtala er um hetta frammanundan og uttan at vit yvirhøvur vistu av tí.
John Johannessen sigur, at hann hevur onki ímóti at príspolitikkurin fyri ferjur, bussar og tunlar hjá tí almenna, verður endurskoðaður og at øll hesi viðurskiftini verða tikin upp til viðgerðar.
- Men vit eiga at minnast til, at undirsjóvartunlarnir eru í einum partafelag. Og tað, sum nú hendi, var, at Landskassin hevur átikið sær útreiðslur hjá tveimum partafeløgum. Tað er ein rættiliga avgerðandi broyting í almenna politikkinum, men tað verður gjørt uttan nakra sum helst politiska viðgerð yvirhøvur og uttan, at samgongan visti av tí.
- Slíkar avgerðir eiga ikki at verða tiknar, uttan eina politiska semju frammanundan. Tað eigur ikki at verða gjørt soleiðis hissini í sambandi við eina fíggjarlógarviðgerð.
Samstundis hevur samgongan avtalað at gera ein endurskoða príspolitikkin hjá almennu samferðsluni, har alt skuldi takast undir einum, men nú vórðu vit tikin til gísla í einum máli sum hesum, uttan nakra sum helst viðgerð.
John Johannessen dylir ikki fyri, at hann følir seg snýttan og tað er hann ikki einsamallur um, sigur hann.
- Men fyri at keypa sær undirtøku í Løgtinginum fyri hesum, fóru Anfinn Kallsberg og aðrir fólkafloksmenn at gjara út við vegastubbum her og har.
- Og tað lótu tingmenninir hjá javnaðarflokkinum seg lokka av. Sostatt seldu vit okkum sjálvar fyri nakrar vegastubbar og nakrar grótrúgvur, leggur hann afturat. Fyri at fáa alt at ganga upp, fekk eisini Strandferðslan fimm fyri at seta prísin á ferðaseðlum niður. Men hvussu nógv teir skulu lækka hevur ongin ánilsi av, tí ongar útrokningar vórðu gjørdar.
John Johannessen heldur, at hetta er alt ov vánaligt av tinglimunum hjá javnaðarflokkinum.
- Ístaðin fyri at seta fólkaflokkinum stólin fyri hurðina, løgdu vit okkum skerflatar fyri ikki at fornerma nakran. Eg eri ómetaliga vónbrotin av, at vit ikki gjørdu fólkaflokkinum greitt, at hetta skal steðgast.
Hann sigur, at hetta er ógvuliga ábyrgdarleysur fíggjarpolitikkur.
Løgtingsmaðurin fyri javnaðarflokkin sigur, at hetta fekk hann at føla seg púra leysan av teimum semjum, sum vórðu gjørdar frammanundan.
- Tá ið slíkt kann fara fram og samgongan hekk í lepum, kundi eg heldur ikki føla meg bundnan av nøkrum, sum er samtykt, tí hesum vil eg ikki finna meg í.
Tí var orsøkin til at hann fór saman við tinglimum úr andstøðuni og vildi hava Løgtingið at broyta skattalógina, so at tær lægru inntøkurnar fingu mest í skattalætta og tær høgu inntøkurnar fingu mest.
Men hesum tók Løgtingið ikki undir við og tí varð tað felt.
John Johannessen heldur, at hetta kann ikki halda fram og tí heldur hann, at tað verður alneyðugt hjá flokkinum at gera sær greitt, hvønn politikk, hann vil føra.
- Vit kunnu sanniliga fegnast um, at Samhaldsfasti eftirlønargrunnurin er munandi styrktur. Vit kunnu eisini fegnast um, at tað hevur eydnast at hildið tørn á almanna-og heilsuøkinum.
- Men vit eiga eisini at hava ein greiðan politikk á øðrum økjum eisini og tað eiga vit at gera okkum sjálvum greitt ístaðin fyri bara at dansa eftir pípuna hjá Anfinn Kallsberg og Fólkaflokkinum, sigur John Johannessen.