- Javnaðarflokkurin fer ikki aftur í samgongu við Fólkaflokkin so leingi eg eri formaður.
Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, púra greitt á landsfundinum hjá flokkinum leygardagin.
Tað var annars í heyst, at hann tók øll á bóli, tá ið hann boðaði frá, at so leingi hann er formaður í Javnaðarflokkinum, fer flokkurin ikki í samgongu við Fólkaflokkinum.
Og fyri at beina allan iva av vegnum, staðfesti hann á landsfundinum, sum er hægsti myndugleiki í flokkinum, at tað er ein avgerð, hann stendur rimmarfast við.
Orsøkin til, at hann ikki fer aftur í samgongu við Fólkaflokkin, er púra greið.
Og hon er tann, at á nógvum grundleggjandi økjum, arbeiðir Fólkaflokkurin fyri akkurát tí øvugta av tí, Javnaðarflokkurin vil.
- Meðan Fólkaflokkurin arbeiðir ímóti, at allir føroyingar skulu hava javnbjóðis rætt at virka í okkara fiskivinnu, og er ímóti at okkara ovurstóra náttúruríkidømi skal koma øllum føroyingum til góðar, vilja vit tað mótsatta.
- Meðan Fólkaflokkurin vil hava stórar skattalættar til tær hægstu inntøkurnar, meðan tey, ið ikki hava so nógv, sleppa at sigla sín egna sjógv, vilja vit fyrst og fremst geva teimum á niðastu rók ein lætta í gerandisdegnum.
- Meðan Fólkaflokkurin vil einskilja almennar vælferðartænastur, og arbeiðir miðvíst at niðurlaga samhaldsføstu vælferðarskipanirnar, vilja vit styrkja hesar vælferðarskipanir.
Samstundis vísir formaður Javnaðarfloksins á, at Fólkaflokkinum vil avmarka leiklutin hjá tí almenna mest møguligt, men vil skapa eitt samfelag, har ein og hvør er sær sjálvum næstur,
Men har vil Javnaðarflokkurin skapa eitt samfelag, ”har vit ikki bara taka ábyrgd av okkum sjálvum, men har vit eisini taka ábyrgd av hvørjum øðrum”, sum hann tekur til.
- Javnaðarflokkurin við styrkja samhaldsfestið í samfelagnum, har ríkidømið verður býtt soleiðis, at øll kunnu hava rímilig kor.
Aksel V. Johannesen sigur, at niðurstøðan er, at tað er meiningsleyst hjá Javnaðarflokkinum at fara í samgongu við ein flokk, sum ”ynskir okkara hugsjón har piparið grør”.
Samd-og ósamd
Hetta var ein boðskapur, ið summi Javnaðarfólk taka undir við, men onnur ikki
Ein av teimum, sum fegnast um hesa greiði støðuna hjá floksformanninum, er Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.
- Eg havi oftað tosað um blokkar í føroyskum politikki, so tey, sum atkvøða fyri Javnaðarflokkinum eisini fær trygt fyri, hvønn politikk, tey fáa fyri atkvøðuna
- Við hesi støðuni, er veljarin betri kunnaður um, hvat hann fær fyri eina atkvøðu fyri Javnaðarflokkinum
-Tað er ótrúliga gott, at at Javnaðarflokkurin ger greitt, at fer ikki at samstarva við Fólkaflokkin.
so tann, sum atkvøður fyri C á næsta vali, veit, at so fær hann ikki Fólkaflokkin, men kanska Tjóðveldi ella Sambandsflokkin.
- Tað merkir, at tann, sum atkvøður fyri Javnaðarflokkinum veit, at hann fær í hvussu so er ikki fólkaflokspolitikk.
Hann kann fáa eina samgongu við Tjóðveldi ella Sambandsflokkin, men ikki við Fólkaflokkin.
Men fólkatingsmaðurin ávaraði samstundis flokkin um, at hesuferð má hetta ikki enda sum í 1990, tá ið flokkurin frammanundan løgtingsvalinum gjørdi greitt, at hann fór ikki at samstarva við Fólkaflokkin.
- Flokkurin fekk 10 løgtingslimir –men fór kortini í samgongu við Fólkaflokkin.
Sjúrður Skaale sigur, at revsingin frá veljarunum var hørð, tí flokkurin fór niður í helvt á løgtingsvalinum aftan á.
Í ungdómsfelagnum hjá Javnaðarflokkinum, Sosialistisk Ung, SU, fegnast tey eisini um avgerðina um at vísa Fólkaflokkinum frá sær.
Regin Berg limur í útisetanvndini í SU sigur, at hendan fráboðanin hevur fest eld í hugan hjá teimum ungu at virka fyri Javnaðarflokkinum, tí nú hava tey betri trygd fyri, at tað verður javnaðarpolitikkur, sum eisini fer at verða førdur í verki á Føroya Løgtingi
Skeivt
Men ein, sum er púra ósamdur í hesum, er Gerhard Lognberg, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Hann heldur, at tað er skeivt, at Javnaðarflokkurin, heili trý ár frammanundan einum vali, longu vísir ávísum samgongumøguleikum frá sær.
- Tað er ikki rætt at útihýsa einum ávísum flokki heili trý ár fyri eitt løgtingsval, tí avleiðing av tí kann vera, at Javnaðarflokkurin setir seg uttanfyri alla ávirkan.
Hann sigur, at avgerðin um, hvør samgongan verður eftir næsta val, , eigur at bíða til samráðingar vera um samgongu. Úrslitið av teimum samráðingum eigur at vera tað, sum verður avgerðandi fyri, hvørjum vit samstarva við, sigur løgtingsmaðurin úr Skopun.
Kortini skal leggjast afturat, at í yvirlýsing frá landsfundinum, varð samtykt at taka undir við at flokkurin eigur ikki at samstarva við Fólkaflokkin, tí flokkarnir eru so grundleggjandi ósamdir um, hvør kósin skal vera fyri Føroya framtíð.
LES EISINI GREININA: Vit skulu byggja tunlar við Skili
LES EISINI GREININA: Taka seg úr samstarvinum um nýggja pensjónsskipan