Javnaðarflokkurin tekur undir við færri kommunum

Løgtings- og landstýrisumboðini hjá Javnaðarflokkinum hava í tveir dagar viðgjørt kommunuálitið, og sunnudagin verður fundur við kommunustýrislimir floksins. Javnaðarflokkurin tekur fult undir við, at kommunueindirnr verða færri og sterkari við tí endamáli at tryggja borgarunum javngóðar tænastur um alt landið. Tað sigur flokkurin í tíðindaskrivi seinnapartin.

Javnaðarflokkurin er kortini í iva um fíggingarleistin, har vandi er fyri, at progressiviteturin í skattaskipanini viknar, soleiðis at breiðastu herðarnar ikki koma at bera størru byrðarnar. Eisini er flokkurin ivasamur um sjálva útleggingina av málsøkjum, og hvussu umfatandi henda útleggin skal vera, hóast flokkurin eisini ásannar at ábyrgdabýtið má gerast nógv greiðari. Tíðarætlanin, sum er sera knøpp, hevur somuleiðis givið orsøk til stóran iva.

Javnaðarflokkurin tekur undir við uppskotinum um eitt aðalorðskifti um álitið.