Fyrr í vikuni boðaði Sambandsflokkurin frá, at hann var liðugur við arbeiðið at gera uppskot um dagføring- og nýmótansger av viðurskiftunum í ríkisfelagsskapinum.
Sambandsflokkurin hevur gjørt tað arbeiði, sum ongin annar politiskur flokkur vil hoyra talan um, nevniliga at dagføra viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum, og at gera tey nýmótans og greið, har møguligir ivar eru.
Av góðum grundum stendur Sambandsflokkurin einsamallur við sínum uppskoti, tí her snýr tað seg um at innrætta seg skilagott í ríkisfelagsskapinum.
Sambandsflokkurin er sannførdur um, at við eini dagføring og nýmótansger av teirri skipan, sum vit hava, gerast Føroyar best førar fyri at møta avbjóðingunum, og at mennast í komandi øld.
Javnaðarflokkurin
og Sosialurin
grugga málið
Javnaðarflokkurin tolir eftir øllum at døma ikki, at Sambandsflokkurin dagførir- og nýmótansger viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum, men nýtir, saman við Sosialinum, eitt og hvørt høvi, til at siga ósatt um- og grugga málið. Seinasta dømið um hetta, er leiðarin í Sosialinum fyri hósdagin, har kenda reglan »Hensikten helliger midlet«, eftir øllum at døma er galdandi.
Allir føroyingar hava sæð, hvussu Javnaðarflokkurin skiftir støðu í heilum. Hann er sum ein væl smurdur veðurhani. Áðrenn- og eftir seinasta val, var Javnaðarflokkurin ramur loysingarflokkur. Men eftir at fleiri veljarakanningar hava víst, at føroyingar ikki vilja hava loysing frá Danmark, roynir flokkurin nú av øllum alvi at draga í land aftur.
Flestu føroyingar minnast, hvussu Javnaðarflokkurin til seinasta val yvirhálaði hinar loysingarflokkarnar á sjálvstýrisleið. Flestu munnu eisini minnast, hvussu altráður Javnaðarflokkurin var eftir at sleppa í samgongu við Tjóðveldisflokkin, tá valið var av.
Eftir at núverandi samgonga millum Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin, hevði almannakunngjørt sítt samgonguskjal, boðaðu bæði núverandi- og fyrrverandi formaður í Javnaðarflokkinum frá, at teir tóku undir við tí partinum í samgonguskjalinum, sum handlaði um fullveldi.
Javnaðarflokkurin var til reiðar at loysa frá Danmark, um hann bara slapp í eina samgongu.
Enn ein nýggj støða
Tá ið Javnaðarflokkurin ikki slapp í samgongu, byrjaði hann at siga, at hann umboðaði ein loysingarpolitikk, sum varð fíggjaður við donskum pengum. Serfrøðingar søgdu um henda politikkin, at hann líktist hvørki fugli ella fiski.
Veruleikin er nokk tann, at líkamikið hvat tú sigur um ríkisfelagsskapin (um tað so er fyri ella ímóti), so er tað næstan ómøguligt at finna ein setning, sum Javnaðarflokkurin ikki longu hevur fløkt seg í og úr nakrar ferðir frammanundan.
Javnaðarflokkurin er sum ein vælsmurdur veðurhani, ið melur skjótari og skjótari.
Edmund Joensen