Javnaðarflokkurin spælir sær av við atkvøður

Ingeborg Winther fanst at samgonguni og serliga javnaðarflokkinum og løgmanni. Hon heldur, at hóast nógv rættindi eru vunnin fyri verkamannin, so verður ongantíð komið á mál

ALTJÓÐA ARBEIÐARADAGUR

Ingeborg Winther var fyrsti røðari á palli. Hon byrjaði við at siga, at arbeiðaradagurin hevur verið hildin víða um heimin í nógv ár. Hóast nógv er broytt til tað betra, so er enn ikki komið á mál.
Í Føroyum eru vit væl fyri, men í nógvum londum í Eysturevropa, hava arbeiðarnir framvegis ikki rætt til at savna seg saman í eitt fakfelag.

Kapitalisman fíggindin
-Kapitalisman kúgar arbeiðaran, og mangan eru tað fyritøkur úr vesturheiminum, sum útnytta ta bíligu arbeiðsorkuna. Tær stóru fyritøkurnar ríva seg leysar frá teirra upprunalandi og byggja verksmiðjur í Asia og Eysturevropa fyri at fáa minni framleiðsluútreiðslur.
-Kapitalisman er eirindaleys, og globaliseringin førir við sær eina økta kapping. Men tað er ikki arbeiðaralønin, sum koppar samfelagnum, sigur Ingeborg. Hon undrast á, at fiskavirkini hava ráð til tær stóru stjóralønirnar, tá ið tey ikki hava ráð til eina lítla lønarhækking til verkafólkið.
-Politikkarnir eiga at skipa soleiðis fyri, at fiskurin, sum verður fiskaður undir Føroyum, verður virkaður á landinum, heldur Ingeborg Vinther.

Javnaðarflokkurin vorðin borgarligur
-Tað var við ringum tannabiti, at Føroya Arbeiðarafelag góðtøk síðsta lønarsáttmála uttan lønarhækkan. Tey kendu seg noydd at góðtaka sáttmálan, orsakað av tí hørðu kappingini.
-Munurin millum tey hágløntu og tey lágløntu veksur. Javnaðarflokkurin, sum situr í samgongu og enntá eigur løgmann, ger lítið fyri at bøta um støðuna hjá verkafólkinum. Javnaðarflokkurin hevur gloymt hugsjónina, og hann skal ikki vænta at fáa atkvøðurnar frá verkafólkinum, um hann heldur fram í hesum ultrahøgravenda samgongustevinum, segði Ingeborg Vinther.
-Hví skulu vit skunda okkum at einskilja vælriknar almennar ognir, sum geva eitt gott íkast til landskassan? Føroya Banki eigur ikki at verða einskildur. Vit síggja, at Føroya Fiskavirking varð selt til útsøluprís, og vit vilja ikki, at tað sama skal henda við Føroya Banka og Atlantsflog, segði Ingeborg.
-Tað er týdningarmikið, at vit standa saman í stríðnum um at vinna okkum betri rættindi. Saman eru vit sterk!