Javnaðarflokkurin setur ES á breddan

Fríggjakvøldið skipar Javnaðarflokkurin fyri einum kjakfundi um, hvussu ES-limaskapar ávirkar limalondini. ? Hvørja ávirkan hevur ES-kjakið í Íslandi á føroyingar, spyr flokkurin, sum eisini reisir spurningin, um tað er nøkur meining í at kjakast um ES sum partur av Danmark

- Kjak um ES er eisini neyðugt.

- Hvat er ES í veruleikanum fyri nakað, hvussu ávirkar ein ES-limaskapur limalondini, hvørja ávirkan hevur ES kjakið í Íslandi á okkum føroyingar, og gevur tað meining at kjakast ES sum partur av Danmark. Vilt tú vera við at vita meira og ikki bara gita, so er at koma til ES kjak í Miðlahúsinum fríggjakvøldið, sigur Javnaðarflokkurin, sum fríggjakvøldið klokkan 19.30 skipar fyri fyrilestri um ES, og sum vólnar eitt lívligt kjak um ES aftaná.

Fyrilesturin heldur danski ES serfrøðingurin, Erik Boel. Hann er formaður í donsku ES rørsluni, fyristøðumaður á Evropaháskúlanum, limur í uttanríkispolitisku nevndini hjá danska Javnaðarflokkinum og fyrrverandi altjóða skrivari hjá danska Javnaðarflokkinum.

Fyrilesturin hjá Erik Boel verður undir yvirskriftini »Føroyar, Danmark og ES ? Føroya leiklutur í Evropa«.

- Tað verður sjálvsagt høvi bæði at seta spurningar og luttaka í orðaskiftinum, sigur Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.

- Við í panelinum verður eisini Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, sum hevur holla vitan á uttanríkispolitiska økinum. Somuleiðis luttekur Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá SAMTAK, á fundinum. Javnaðarflokkurin vónar eina fjølmenta uppmøting og gleðir seg harumframt at síggja aktivar luttakarar í kjakinum frá hinum politisku flokkunum í Føroyum, sigur flokkurin í tíðindaskrivi.