Javnaðarflokkurin í ragnarroki hóast eingin Gerhard meir

Setti meg at bíða, fyri at hoyra tíðindasendingina kl 2355, ímeðan vesturættin rykti og skakaði húsaskjøldurin.


Jú, eg lurti ímeðan eyga fangaði málningin, sum Livar Nysted hevur málað, ein gáva frá Javnaðarflokkinum tá vargurin úr Skopun fylti 60 ár.


Sum vanligt, so verður serfrøðingurin av Tvøroyri spurdur, sum ein annar vísmaður, tað sá út sum, at kapparnir í kringvarpinum truffu hann beint áðrenn, hann fór á norðpólin.


Jú, hvørjaferð at trupulleikar eru í javnanaðarflokkinum, so verður Gerhard Lognberg viðgjørdur, hví tað?


Tit koyrdu meg úr flokkinum, tí eg, bæði í skrivi og talu, átalaðu javnaðarflokkinum ímóti at leggja eftir verkamanninum, men tað nyttaði einki! Hví? Tí javnaðarflokkurin í stuttum millummili samlaði ein staba saman uppi í Losjuni, sum í mínari verð eru teir reinu og skæru kommunistar. Tað var tað harkaliðið, sum rópti “burtur við Gerhard” ímeðan Aksel so fittur vaskaði sær hendurnar.


Jú, eg haldi, at boðað varð til fundar í áðurnevndu Losju 31.10 í 2013, dagin fyri mín føðingardag, Allahalgunardag, um at fáa Gerhard vekk.


Kona mín gav mær tey ráð, um ikki at leggja í at møta til hátíðarhaldið hjá flokkinum.


Tað helt eg ikki vera rætt, men bað hana um tey fragastu klæðini, eg átti. Síðan var málið Gamlarætt og síðani Losjan. Eg spadseraði í yvirfrakka og settis á næstfremsta bonk, ímeðan keisarin læs dómin yvir yvirgangskroppin úr Skopun.


Men tað gekk rúm tíð, áðrenn nakar fór upp á røðarapallin.


Umsíður fór maður, ættaður sunnan av landi, men búsettur í norðurstreymi, hann helt nógv av Gerhard, sum hevði verið messudrongur við skipi, hann var við, tá var Gerhard 13 ára gamal.


Men aftan øll góð orð mátti maðurin enda, hann segði til síðst “men Gerhard hevur verið ein ribbaldur í politikki”.


Síðan reistist Aksel, sum eg metti sum ein hampamann, men trýstur av "losjuforsamlingini".


Hevði hampamaðurin av Oyri røst mær, so lá Aksel einki aftanfyri.


Tá Aksel fór av røðarapallinum, fóru fólk at røra upp á seg, nú skuldi stemmast, tær flestu vóru fyri, at Gerhard skuldi út, men ikki allar, eg átti eisini vinir í tingmanningini, eingin ivi um tað.


Jú, eg reistist, fleiri komu og heilsaðu mær, jú takk, haldi eg ikki varð sørt rørdur, eygnakrókarnir vætaðust.


Síðani varð hesin leikur av


Síðani fór eg út úr Losjuni og turkaði dusti undan skónum.


Men hvørjum møtti eg, ímillum nakrar plattar, í túninum hjá nevndu Losju? Jú , tað var Sjúrður Skaali, hann kom so fittur ímóti mær, helt syrgin fyri, hetta var keðiligt, hetta kundi verðið gjørt ørvísi.


Eg hugsaði mítt, men segði einki, man tú ikki hava verið við til at løða byrsuna, hugsaði eg.


Eg fór beinleiðis oman í tinghúsið og tømdi skuffuna í borðinum.


Komin út í tún aftur, stóð bygdamaðurin Guddi, hann gav mær nøkur góð orð á vegnum, aftur tá fekk eg klump í hálsin.


Tá eg var komin til hús aftur, komu abbabørnini pø á pø, at vitja abban, jú, tey harmaðust, eisini tann ljósa purlutta, sum nøkur ár frammanundan spurdi abban, um hann var koyrdur úr "havnarflokkinum".


Síðan ringdi mín góði vinur Sverri Midjord sáli, hann segði, eg havi biði teg um, at halda teg vekk frá Losjuni, men tað nyttar einki at snakka við teg, tú lurtar ikki, tú skuldi gjørt sum Kristin Mikkelsen, hildið teg langt burtur frá Losjuni, tí tað havi eg altíð gjørt, og rætt hevði hann.


Teir tóku javnaðartingsessin frá mær, men javnaðarhugsjónina hjá Petur Mohr Dam og ørðum góðum monnum, kunnu tit taka.


Men nú hevur Javnaðarflokkurin vunnið valið og setist við stýrisvølin, Tjóveldið situr við dragið, ímeðan Framsókn heldur útkikk.


Skjótt verður Aksel lofnaður og skútan fer av kós.


Øll vita vit, at Petur Mohr Dam var tann, sum kom við pensjónini, saman við góðum fólki, helst má sigast, at tá lýsnaði hjá meiniga føroyinginum.


Avrik hjá samgonguni.


Javnaðarflokkurin aðra kós.

  • Tað fyrsta tit gera er, at broyta hjúnarbandslógina

  • Tað næsta er, at hjálpa Tjóveldi at fáa eina stjórnarskipan, eitt loysingarskjal.

  • Tit langa úteftir grundupphæddini hjá pensjonistunum, skatta og lækka hana

  • Tit lækka upphæddina til 30.000 kr um árið, so ein pensjonistur, sum egnur ella eigur ein bát ella okkurt fyrifallandi, má kasta frá sær og seta seg inni, hetta er kanska at eyggja fólki at arbeiða?

  • Tit skatta samhaldsfasta í báðum endum, so har er lítið eftir.

  • Tit hækka pensjónsaldurin upp í 68 ár, hetta er byrjanin, málið var 71 ár.

  • Síðani kom Sonja Jógvansdóttir við, at hækka gjaldið hjá fyritíðarpensjonistum við 3.000 kr um mánaðin, men kortanei.

  • Men tit vildu lata 1.000 kr til fyritíðarpensjonistar, men skuldu ræna tað frá kommununum, hóast tit vistu, at hetta rakti tær kommunurnar, sum ikki eru í sterkum økjum, meinast Sandoyggin tildømis.

  • Javnaðarflokkurin hevur reist ríkið runt og fortalt pensjonistum, hvat teir fáa eftir 2020.

Hvat vænta tit, ið stýra í dag? Í 2020 vænti eg, at Aksel og tit eru úti av spælinum, annars er løgið, so tit bestemma neyvan nakað um pensjónir eftir 2020, Guð havi lov fyri tað.


Tit, samgongan berjast við tykkara egnu, Javnaðarflokkurin er í gamla lag, tingmenn hava einki at siga, "losjufólkið" stýrir og skal bestemma so, at tingfólkini bara skuldu vera boðberar.


Pensjonistarnir berjast tit við, fiskimannafelagið berjast tit við, Skiparar- og Navigatørfelagið berjast tit við.


Og reiðararnar, har er svartasta morð. Tykkara meining er, at skatta eitt møguligt avlop hjá reiðarum við 70 til 80%.


Helst verður tann stolti skipaflotin til gamlar rustikustar og trygdin hjá sjómonninum hareftir.


Hetta er fyrsta glepsið frá mær, tað eri eg provekaraður til, men eg havi tagt, síðan tit tveittu meg úr flokkinum.


Helst hevur tað verið leikluturin hjá Jóaness Eidesgaard, at koma við niðrandi viðmerkingum um Gerhard.


Heilsan

Gerhard Lognberg
fyrrverandi løgtingsmaður