Hans Tausen Olsen sigur í grein í Dimmalætting og Sosialinum herfyri, at støðan hjá Javnaðarflokkinum í sjálvstýrismálinum er ógreið og sjálvmótsigandi og at hon tí eisini er ónýtilig.
Tað er sjálvsagt skjótt at koma til hesa niðurstøðu. Tí hevði ætlan Javnaðarfloksins verið fylgd, hevði stjórnin fingið bæði buktina og báðar endarnar undir samráðingunum. Tað hevði, sum Hans Tausen sigur, verið sama biddaragongd sum altíð.
Men tá tú gerst metingar um politikkin hjá einum flokki, so mást tú gera tað í mun til hansara hugsjónarliga grundarlag og endamál.
Og her ger Hans Tausen Olsen eitt stórt mistak. Hann ger metingar um politikkin hjá Javnaðarflokkinum, sæð úr einum tjóðskaparligum, føroyskum sjónarhorni. Og tí kemur hann sjálvsagt til ta niðurstøðu, at politikkurin bæði er ónýtiligur og skaðiligur.
Men Javnaðarflokkurin stendur ikki á tjóðskaparligari, føroyskari grund! Hansara endamál er ikki føroyskt sjálvstýri!
Javnaðarflokkurin í Føroyum er ein partur av Socialdemokratiet í Danmark. Tá tú kannar um politikkur Javnaðarfloksins er nýtiligur, so mást tú kanna um hann er nýtiligur í mun til hetta grundarlagið. T.v.s. um hann gagnar áhugamálunum hjá Socialdemokratiet. Fyrimyndarligur politikkur Tað er sum kunnugt Socialdemokratiet sum hevur danska stjórnarvaldið í løtuni, og tað er hendan flokk, landsstýrið skal samráðast við. Hvat er so at gera hjá føroysku deildini av Socialdemokratiet? ? Jú, tað er at virka fyri, at tað føroyska samráðingaruppleggið verður so ósamhangandi, at føroyingarnir standa veikir.
Hans Tausen Olsen hevur rætt í, at verður politikkurin hjá Javnaðarflokkinum fylgdur, fær Socialdemokratiet bæði buktina og báðar endarnar. Men hann hevur ikki rætt í, at hetta er ein ónýtiligur politikkur. Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum er tvørturímóti frálíkt. Tað tænir til fulnar áhugamálunum hjá Socialdemokratiet. Hvør man orsøkin annars vera til, at bæði Poul Nyrup Rasmussen og Ole Stavad eru so overfegnir um arbeiðið hjá teirra føroysku floksfeløgum?
Støða Javnaðarfloksins er sera skaðilig fyri stríðið fram móti føroyskum sjálvræði og fyri føroysk áhugamál sum heild. Men júst av hesi orsøk er hon sera væl nýtilig fyri áhugamálini hjá bæði Nyrup, Stavad og Eidesgaard.
Dia Ellindsson, tjóðveldismaður