Um vikuskiftið hevði Javnaðarflokkurin floksleiðslufund, har spurningurin um viðgerðina av ríkisrættarliga spurninginum var til viðgerar.
Á hesum fundi varð gjørt av at hala ein eyka landsfund í Havn í hesum mánaðinum, har eittans mál skal vera á dagsskránni. Málið verður ríkisrættarligi spurningurin.
Meingin við landsfundinum er, sambært formanni floksins, at vanligu limirnir í Javnaðarflokkinum skulu sleppa at gera vart við sína hugsan um hetta álvarsmál. Eisini ætlar leiðslan í Javnaðarflokkinum sær at brúka nógva orku uppá at kunna limirnar um sína greiðu støðu til viðgerðina av sjálvstýrisspurninginum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur tað vera eina heilt náttúrliga uppgávu fyri at tryggja fólkaræðið, at Javnaðarflokkurin letur limir sínar koma fram við sínum sjónarmiðum í einum slíkum álvarsmáli.
Spurdur, um Javnaðarflokkurin heldur hendan landsfundin fyri javna út ósemjur í flokkinum sjálvstýrismálinum, svarar Jóannes Eidesgaard, at ongar slíkar ósemjur eru.