Javnaðarflokkurin lagt uppskot fyri tingið um at endurnýggja fiskiflotan

Flokkurin mælir til at seta ein grunn á stovn, sum skal gera íløgur í fiskiskip. Endamálið er at gera eina skipan, sum loyvir øllum framtakshugaðum fólki framat, sigur Katrin Dahl Jakobsen

 

Áki Bertholdsen

Javnaðarflokkurin hevur nú lagt uppskot fyri løgtingið um at endurnýggja fiskiskipaflotan.

Sostatt tekur størsti andstøðuflokkurin um endan í einum stórmáli, sum samgongan hevur ætlað sær at leggja fram í meiri enn eitt ár.

Men higartil hevur tað eydnast samgonguflokkunum at at samst um málið, hóast tað fleiri ferðir er fráboðað, at nú skuldi tað koma skjótt.

Og tað heldur javnaðarflokkurin er ein beinleiðis forðing fyri, at fiskiflotin yvirhøvur verður endurnýggjaður.

? Hetta er eitt átrokandi mál at fáa loyst. Tí so leingi óvissa er um, antin lógin kemur, ella ikki, aftra menn seg at gera íløgur í nýggj skip, sigur Katrin Dahl úr javnaðarflokkinum.


Gera ein íløgugrunn

Av tí at onki røkist fyri, at samgongan finnur eina semju í hesum málið, ger javnðarflokkurin tí bart og tekur sjálvur stig til at loysa hetta tað.

Og tí hevur flokkurin nú lagt upskot fyri tingið um at endurýggja fiskiskipaflotan.

Katrin Dahl Jakobsen sigur, at flokkurin skjýtur upp at gera ein vinnurekandi grunn.

? Vit ætla, at tær 40 milliónirnar, sum standa á fíggjarlógini í ár til endurnýgging av skipaflotanum, skulu setast í grunnin.

Hon sigur, at endamálið við grunninum skal vera at gera íløgur í nýggj fiskiskip.

Grunnurin skal kunna seta upp til 40% av eginpeninginum í eitt skip.

? Men tað skal vera ein treyt, at aðrir íleggjarar seta eginpening í skipið, sum svarar til í minsta lagi 60% av innskotna eginpeninginum.

? Harumframt er tað ein treyt, at ein ella fleiri peningastovnar eisini eru við í ætlanini.

? Somuleiðis skal grunnurin hava ávirkan í fyritøkuni, sum eigur skipið.

? Men hinvegin skal grunnurin so selja síni partabrøv aftur, tá ið íløgan hevur víst seg at vera lívfør og tey kunnu seljast við vinningi, ella í hvussu so er, við ongum tapi.

Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at fimm fólk skulu manna nevndina fyri grunnin. Men nevndarlimirnir kunnu ikki vera løgtingslimir, ella vera nevndarlimir ella stjórnarlimir í teimum feløgum, sum grunnurin hevur fíggjarligt samband við.

Harafturat skulu nevndarlimirnir hava kunnleika til fíggjarlig og vinnulig viðurskifti.


Átrokandi at loysa

Katrin Dahl sigur, at yvirhøvur tykist at vera semja um, at tað er neyðugt at loysa trupulleikan hjá fiskiflotanum.

? Hetta er eitt átrokandi mál, tí tað vísir seg, at tey, sum hava áhuga fyri at gera íløgur, bíða eftir um nakað hendir í hesum máli, og so leingi óvissa ræður, verða ongar íløgur gjørdar.

Javnaðartinglimurin sigur, at aðalmálið má vera at finna eina munadygga og varandi loysn, sum loyvir øllum framtakshugaðum framat.

Hon sigur, at øll eru greið yvir, at skip eru dýr.

? Vinnulívshugurin man mangan vera størri enn fíggjarliga orkan og tað ger tað helst ógjørligt hjá einstaklinginum at byggja ella at keypa skip.

? Við at stovna ein grunn, sum setir partapening í skip, slepst undan partapolitiskum trýsti og áhugamálum. ? Ein slíkur grunnur verður leysur av skiftandi stjórnum og er tí ein støðugari loysn.

Katrin Dahl sigur eisini, at afturímóti vanligum stuðuli, førir hendan loysnin við sær, at tann almenni parturin fær ein virknan leiklut.

? Gongst væl í hond, skal grunnurin selja sín part aftur og fara upp í aðrar ætlanir.

Hon heldur, at tað vanliga stuðulshugtakið er trupult at fáast við.

? Tí nær, hvar og hví er rætt at stuðla?

? Er ikki vandi fyri mannamuni størri við vanligum stuðuli, enn tá ið talan er um partapening? Við einum íløgugrunni, standa møgulig áhugað á jøvnum føti. Og flest øll mugu vera samd um, at ábyrgd og myndugleiki eiga at fylgjast, sigur Katrin Dahl Jakobsen.