Javnaðarflokkurin hevur, sum tann fyrsti flokkurin, gjørt av, hvør skal stilla upp fyri flokkin til býráðsvalið í heyst.
Á triðja uppstillingarfundi í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag í kvøld var endaligi listin til býráðsvalið 13. november góðkendur.
Á listanum eru sekstan fólk og har er full javnstøða við tað, at tey, sum stilla upp, eru átta kvinnur og átta menn.
Á listanum eru allir fimm býráðslimirnir hjá flokkinum, Heðin Mortensen, borgarstjóri, umframt býráðslimirnir Elin Lindenskov, Halla Samuelsen, Maria Olsen og Levi Mørk.
Forvitnisligt er tað eisini, at eitt av valevnunum er Helena Dam á Neystabø, sum í fleiri umførum hevur verið løgtingskvinna og landsstýriskvinna fyri Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Sigrun Mohr, sum stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin á seinasta býráðsvali, og fekk heilt fitt av atkvøðum, er eisini á listanum og sermerkt er tað somuleiðis at bæði mamma og sonur stilla upp til býráðsvalið á sama lista, nevniliga Bjørghild og Rúni Djurhuus.
Annars kann nevnast at ein nólsoyingur og ein kollfirðingur eru á listanum, hini eru øll úr Havn, Úr Hoyvik og av Argjum.
Annars er listin hesin:
Bjørg Dam, Tórshavn
Sigrun Mohr, Tórshavn
Helena Dam á Neystabø, Tórshavn
Bjørghild Djurhuus, Argir
Elin Lindenskov, býráðslimur, Tórshavn
Halla Samuelsen, býráðslimur, Tórshavn
Maria Hammer Olsen, býráðslimur, Tórshavn
Ingrid Henriksen, Tórshavn
Heri Ó. Dam, Tórshavn
Heðin Mortensen, borgarstjóri, Tórshavn
Rúni Djurhuus, Argir
Tróndur Sigurðsson, Tórshavn
Bergur Arnbjarnarson Dalsgarð, Tórshavn
Bergur Dam Jensen, Kollafjørður
Hilmar Joensen, Nólsoy
Levi Mørk, býráðslimur, Hoyvík