Javnaðarflokkurin sendi út tíðindaskriv fyri løtu síðan og boðaði frá, at flokkurin kallar inn til tíðindafund í høllini á Hafnia í kvøld, 18. februar, klokkan 19.00, í sambandi við eyka floksleiðslufundin klokkan 17.30. Tað hevur ikki eydnast Portalinum at fáa viðmerkingar um, hvat tíðindafundurin fer at snúgva seg um.










