Javnaðarflokkurin ikki við á fullveldisferð

Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, sigur, at hann sær ikki við Uttanlandsnevndini til Geneve og Liechtenstein. Orsøkin er, at talan er um eina fullveldisferð

? Soleiðis sum Hergeir Nielsen lýsir ferðina til Geneve og Liechtenstein, er talan um eina fullveldisekspeditión, og á eina slíka ferð fara vit ikki, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins. Hann leggur afturat, at tosa hevur verið um, at tað er skilagott av Uttanlandsnevndini at fara kunningargferð. Hetta er nakað, ið danska nevndin eisini ger. Men tá talan beinleiðis er um eina ferð til Liechtenstein at fáa hugskot til fullveldisætlanina hjá Tjóðveldisflokkinum, heldur hann ikki, at Javnaðarflokkurin kann vera umboðaður.

? Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við fullveldisætlanini, og tí ynska vit beinanvegin at gera greitt, at vit ikki fara við til Liechtenstein á eina fullveldisekspeditión.

?Tað er skilagott av Uttanlandsnevndini at fara uttanlands at kunna seg um viðurskifti, ið viðkoma einari slíkari nevnd. Og eftir mínum tykki eru hesi viðurskifti oljumál, handilssáttmálar og annað. Men sum skilst á Hergeiri Nielsen, so er hetta ikki høvuðsendamálið við ferðini, sigur ein avgjørdur Jóannes Eidesgaard.