Javnaðarflokkurin ikki lagt veto

Í gjár segði Høgni Hoydal, at Javnaðarflokkurin hevur bundið restina av samgonguni til at forða fyri, at kanning av lásamálinum verður gjørd. Hetta nokta allir samgonguflokkarnir

- Eg kenni onki til, at vit skulu hava bundið samgonguna til nakað í hesum máli, sigur John Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. Hann leggur afturat, at hann onki hevur ímóti, at málið verður kannað, men hann sigur seg ikki skilja, hví mann framvegis rótar í málinum.

- Tað vóru tveir politikarar, sum ikki kláraðu upp, og tað nyttar onki at gera kanningar av einari tílíkari ósemju. So einfalt er tað, staðfestir John Johannesen.

Hann leggur stóran dent á, at hann gjarna sær eina kanning, men at hann ikki heldur tað loysa seg.


Kanningarstjóri finnur ongan sannleika

Hóast Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandflokkinum, er sannførdur um, at borgarin hevur rætt til at kenna sannleikan í lásagøluni, so vil hann ikki verða við til at seta nakran kanningarstjóra.

- Hetta er nakað vit hava viðgjørt í flokkinum, og vit meta ikki, at ein kanningarstjóri kann siga hvør hevur skuldina, sigur Alfred Olsen. Hann heldur tó, at kanningarstjórin heilt víst hevði gjørt eitt gott arbeiði, og at borgarin hevur rætt til sannleikan í hesi politisku gølu.

Hann vísir somuleiðis á, at hetta var ein persónlig ósemja millum tveir politikarar, og at tað ikki er nakað Sambandsflokkurin var við í.

- Tað er eisini ein spurningur um tað fíggjarliga við einum kanningarstjóra, hóast prísur ikki kann setast á sannleikan, fortelur Alfred Olsen.

Eisini Alfred Olsen avvísir blankt, at Javnaðarflokkurin er komin við nøkrum boðum.

- Eg kendi ikki støðuna hjá Javnaðarflokkinum fyrr enn nú, og eg veit heldur ikki, hvat Fólkaflokkurin heldur, staðfestir Alfred Olsen.


Fólkaflokkurin ikki bundin

Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkin, staðfestir, at Fólkaflokkurin ikki hevur bundið seg til nakað sum helst.

- Fólkaflokkurin hevur ongi boð fingið, og vit lata okkum ikki binda av nøkrum. Heldur ikki í hesum málinum, sigur Fólkaflokstingmaðurin. Hann leggur afturat, at lásagølan var eitt mál, sum á ongan hátt prýddi politiska landslagið í Føroyum, og at Fólkaflokkurin ikki var partur av málinum.

Somuleiðis dugir hann ikki at síggja, at tað skal tæna nøkrum endamáli at kanna hetta mál.

- Og kennir onkur seg órættaðan, so hava vit eina rættarskipan, sum er til, júst til hetta endamál, sigur Jákup Mikkelsen. Hann heldur eisini, at tey flestu munnu vera samd um, at tað ikki loysir seg, at halda lív í einum tílíkum máli.