Javnaðarflokkurin heilsar Atla Dam

Í dag 12. september fyllir Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður sjeyti

Hann er føddur á Tvøroyri 12. september 1932. Foreldrini vóru Ragnhild og Petur Mohr Dam, fyrrverandi løgmaður og ein av stovnarunum av javnaðarflokkinum og floksformaður í meira enn ein mannsaldur.
Tá Atli fyri 10 árum síðani fylti seksti vórðu millum annað hesi orð skrivað um hann: »Javnaðarhugsjónina seyg hann í seg saman við móðurmjólkini. Longu sum smádrongur og í uppvøkstrinum lærdi hann at telva við í tí politiska talvinum og seinni gjørdist hann stórmeistari í politiskum talvi. Áhugan fyri politikki og samfelagsviðurskiftum annars, eins og tey politisku evnini, tað framúr góða politiska hegnið, handalagið og samráðingarkynstrið, fekk hann í vøggugávu.«
Atli sleit sínar barnaskógvar á Tvøroyri. Har gekk hann í barnaskúlan og har tók hann realprógv. Seinni tók hann studentsprógv og í 1964 gjørdist hann maskinverkfrøðingur frá Danmarks Ingeniør Akademi. Í lestrartíðini starvaðist Atli eina tíð á maskinverksmiðjuni hjá Burmeister & Wain í Keypmannahavn og seinni arbeiddi hann sum verkfrøðingur í oljuvinnuni í Kuwait. Har var hann staddur tá javnaðarflokkurin í 1970 hevði boð eftir honum. Hetta hendi eftir at landsstýrismaðurin Villi Sørensen, sáli var deyður 2. januar 1970.
Atli kom heim í mars 1970 og tók beinan vegin við sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum og samferðslumálum. Hetta starvið røkti hann til nýtt landsstýri varð skipað 10. desember 1970 eftir at løgtingsval hevði verið í november. Á løgtingsvalinum í 1970 varð Atli Dam valdur løgtingsmaður. Hann varð valdur at umboða javnaðarflokkin í Suðuroyar valdømi. Har í valdøminum varð hann afturvaldur seks ferðir ? øll løgtingsvalini til og við 1988. Á løgtingsvalinum í 1990 varð hann valdur at umboða javnaðarflokkin í Suðursteymoyar valdømi. Hann var sostatt valdur tingmaður í tilsamans 24 ár.
10. desember 1970 varð Atli Dam á fyrsta sinni valdur til løgmann. Í hesum fyrsta umfarinum sat hann sum løgmaður í 10 ár. Í tí næsta umfarinum gjørdist hann løgmaður 10. januar 1985 og sat til 18. januar 1989. 15. januar 1991 varð hann valdur til løgmann á triðja sinni og sat til 18. januar 1993 tá hann ynksti at leggja frá sær. Samanlagt hevur Atli Dam sostatt verið Føroya Løgmaður í 16 ár. Her er talan um eitt met, sum verður sera torført, fyri ikki at siga heilt ógjørligt, hjá nøkrum at taka frá honum. So nógv ár í einum so týdningarmiklum og kravmiklum starvi, ber boð um bæði likamliga og sálarliga styrki.
Mangan breyt um bæði borð, men altíð stóð tú, Atli, bæði stinnur og sterkur. Uppgávulyndið var tær so fjart. Tú gavst ikki á hondum, men ótroyttiligur royndi tú heldur at rógva aftur á aftur, fyri at gera enn eina roynd at fáa eitt úrslit fyri Føroyar og føroyingar. Um ta tíðina, tá Atli Dam kom í politikk í 1970, stóðu politisku myndugleikarnir í Føroyum yvir fyri heilt nýggjum og sera stórum avbjóðingum. Hetta vóru torførar samráðingar við ymisk lond og ymiskar felagsskapir og eitt økt samskifti við útheimin. Fyrst á skránni stóð europeiski felagsskapurin. Skuldu Føroyar gerast limur ella skuldu vit hava eina handilsavtalu?
Næst á skránni stóðu samráðingar um sínámillum fiskiveiðusáttmálar við EF og ymisk lond, har føroyingar høvdu áhugamál. Í fyrstu atløgu ráddi um at gera rammusáttmálar. Umframt EF, vórðu rammusáttmálar gjørdir við táverandi Sovjet, Noreg, Svøríki, Pólland, Eysturtýskland, Ísland, Kanada og USA. (Føroyar vóru annars fyrsta land í vesturheiminum, ið gjørdi handilssáttmála við Sovjet.) Sjálvur stóð tú, Atli, á odda í hesum samráðingum. Í nógvum førum vóru samráðingarnar bæði truplar og torførar. Men við tínum samráðingarkynstri og tínum gløgga viti, megnaði tú altíð at telva talvið soleiðis, at vit fingu tað best møguliga úrslitið fyri Føroyar og føroyingar. Sum samráðingarleiðari umboðaði tú altíð føroysk áhugamál til lítar.
Á mangan hátt kann verða sagt um hetta tíðarskeiðið, at her var veruliga talan um førleikamenning í verki. Føroysk umsiting og føroysk fyrisiting vann sær førleika at fyrisita nýggj málsøki á uttanríkispolitiska økinum. Føroyar vórðu settar á heimskortið sum ongantíð áður og heldur ongantíð síðani. Tað føroyska politiska rúmið vaks í stóran mun. Og fyrst og fremst var tað víðskygni hjá Atla Dam, sum var drívmegin í hesi menning. Her varð brotið burtur úr nýggjum. Og tað skylda vit Atla eina stóra tøkk fyri.
Tað, at Atli Dam í dag fyllir 70, gevur okkum høvið til at hugleiða um, hvat hendi um tað mundið, tá hann fyri 10 árum síðani rundaði tey seksti. Tá sat hann við samráðingarborðið í danska forsætismálaráðnum, har hann royndi at vinna okkum ognarrættin til ráevnini í føroysku undirgrundini. Og sjálvan føðingardagin komu stóru tíðindini úr Keypmannahavn: Vit høvdu vunnið ognarrættin, lógávuvaldið og umsitingarrættin yvir ráevnunum í føroysku undirgrundini. Hetta var krúnan á verkið.
Eftir tógvið stríð í fleiri ár hevði Atli vunnið talvið um ognarrættin til ráevnini í undirgrundini. Hetta var eitt av tínum stóru hjartamálum. Eitt annað var at loysa trætuna millum Føroyar og Bretland um undirgrundamarkið. Meðan Atli Dam var løgmaður varð skjøtil settur á hetta arbeiða og eftir tógvið stríð í fleiri ár eyðnaðist umsíðir at fáa eina semju, sum er nøktandi fyri Føroyar, og tí kunnu vit nú fara undir oljuvinnu í føroysku undirgrundini.
Sum samráðingarleiðari í meira enn 20 ár vann Atli sær stóra virðing í útheiminum. Virðing millum útlendskar politikkarar og útlendskar embætismenn. Millum hesar var Atli Dam høgt í metum. Her heima høvdu politikkarar úr øllum flokkum stóra virðing fyri tær. Politikkarar úr øllum flokkum vistu, at hjá Atla Dam var ein maður ein maður og eitt orð var eitt orð, t. v. s. at var ein avtala gjørd, har tú og javnaðarflokkurin vóru annar parturin, so varð avtalan í øllum førum hildin frá okkara síðu.
Í meira enn 20 ár var Atli Dam formaður í Føroya Javnaðarflokki. Tá flokkurin var í andstøðu frá 1981 til 1985 var hann fíggjarnevndarlimur. Í andstøðutíðarskeiðnum 1989 - 90 var hann limur í Norðurlandaráðnum. Á fólkatingsvalinum í 1988 varð hann valdur fólkatingsmaður og hann varð afturvaldur á fólkatingsvalinum í desember 1990, men við tað at hann í januar 1991 aftur tók við løgmansstarvinum, lat hann fólkatingssessin frá sær til næstvalda umboðið á javnaðarlistanum, sum var Jacob Lindenskov.
Tey seinastu gott og væl 20 árini hevur Atli Dam eisini havt eitt borgarligt starv. Tá hann fór frá sum løgmaður í 1981 fekk hann tilboð um at gerast dagligur leiðari á Realkredittstovninum. Hann tók av tilboðnum og hevur røkt hetta starv við undantak av árunum 1985-89 og 1991-93 tá hann aftur var løgmaður. Atli hevur altíð havt ómetaliga stóran áhuga fyri skipum og fiskiskapi. Lutvíst er hesin áhugin helst mentur í tí politiska arbeiðnum. Tað hevur givið honum góðan førleika at røkja starvið sum dagligur leiðari á Realkredittstovninum. Nú Atli Dam rundar tey sjeyti situr hann framvegis í hesum starvi.
Føroya Javnaðarflokkur og javnaðarflokkurin á tingi heilsa tær og ynskja tær hjartaliga tillukku við 70 ára degnum. Vit føla stóra trongd til at takka tær fyri títt ágrýtni og títt áhaldandi stríð fyri javnaðarflokkin og javnaðarhugsjónina. Hollur í ávikum. Ótroyttiligur, og ongantíð spardi tú teg sjálvan, men setti altíð hugsjónina fram um alt, við tí fyri eyga at skapa eitt gott samfelag ? FÓLKAHEIMIÐ FØROYAR ? eitt vælferðarsamfelag, har fá hava ov nógv og færri hava ov lítið.
Hjartaliga tillukku og alt gott í framtíðini. Hendan heilsanin verður eisini send konu tíni, Sólvá, sum hevur verið tær ein dyggur stuðul, og til børnini og næstringunum annars.


Við javnaðarkvøðu

Føroya Javnaðarflokkur og Javnaðarflokkurin
á Ting