Javnaðarflokkurin harðar ákoyringar frá sunnanfólki

Á Landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum hetta vikuskifti eru bæði sandoyingar, skúvoyingar og suðuroyingar eru í øðini um framferðina og ætlanir hjá samgonguni.

Fleiri javnaðarfólk sunnanfyri Skopunarfjørð hava havt orðið á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum í gjárkvøldið og í morgun. Bæði Pauli Einarsson á Tvøroyri og Hendrik Old úr Vági mæltu staðiliga frá at nerta Strandferðsluna.

Samstundis átalaði Pauli harðliga ætlanin at avtaka havnargjaldið hjá Strandferðsluni, tí hetta fer at raka Tvøroyrar Kommunu hart. Hann metti eisini, at hetta er beinleiðis ein atsókn ímóti Tvøroyrar Kommunu, sum liggur í sak við landið um havnargjald fyri Smyril.

Tummas Frank Joensen úr Skúgvi og Gerhard Lognberg úr Sandoy funnist harðliga at, at onki er komið burturúr pengunum, sum fleiri ferðir eru játtaðir til Dalstunnil og havnalag í Skúgvi.

Hóast peningur er játtaður til endamálið, verður bara latið sum einki. Og teir átalaðu eisini, at Javnaðarflokkurin letur samgonguna sleppa at drála við at seta samtyktina um at gera Sandoyartunnilin í verk.