Javnaðarflokkurin vil ikki lata skúlamál til kommunurnar, og tí liggur skúlin sum ein søkkandi skúta. Hetta sigur Magnus Tausen, formaður í Lærarafelagnum. - Samgongan hevur avgjørt at ein avgerð skal takast um ábyrgdarbýtið millum land og kommunur. Hetta segði Landstýriskvinnan í mentamálum við Rás2 á middegi.
Hon kundi ikki lovað, hvussu langa tíð tað fór at taka at taka hesa avgerð. Heldur ikki um tað fór at taka eitt ár.
Magnus Tausen, formaður í Lærarafelagnum, sum hevur lýst føroyska fólkaskúlan sum eina søkkandi skútu, sigur, at øll vita, at Javnaðarflokkurin er ímóti, at skúlamál verða løgd út til kommunurnar, men hann undrar seg yvir, at tað skal vera nokk bara at vera ímóti.
- Um skúlamál ikki skulu leggjast út til kommunurnar, so má ein onnur loysn finnast sum skjótast. Man kann ikki bara siga, at einki skal gerast, staðfestir hann.
Sum er kunnu skúlaleiðslur ikki senda lærarar á skeið, tí hvørki land ella kommunur siga seg hava ábyrgd fyri at gjalda.
Fyrr betaltu kommunurnar, tá lærarar fóru á skeið. Men hetta vilja kommunurnar ikki gera, longur, tí tær einki hava at siga á økinum.
Um miðjan marts skipar Sernámsdepilin fyri skeiðið í ADHD, sum mong børn í Føroyum líða undir.
Men skúlaleiðarar kunnu ikki bara senda lærarar til hetta skeið, tí teir hava ongar pengar. Nú er ein fyribils loysn funnin, har skúlaleiðslurnar skulu søkja Mentamálaráðið um pengar til hvønn einstakan lærara, men hetta heldur ikki í longdini, staðfestir formaðurin í Lærarafelagnum.
- Tað er óvirðiligt, at ein politiskur flokkur bara heldur, at tað er nokk at vera ímóti, uttan at koma við einari loysn, staðfestir Magnus Tausen.










