Havnar Hornorkestur setti dám á dagin við góðum hornblástri, og veðrið var gott, hóast tað var eitt sindur kalt. Tað vóru tó ikki serliga nógv fólk møtt til at hátíðarhalda altjóða arbeiðsdagin.
Altjóða arbeiðsdagurin verður hildin í nógvum londum kring heimin, men hann hevur mist eitt sindur av sínum týdningi við árunum, tí at arbeiðarafjøldin er minkað.
Mong vóru spent at hoyra, hvussu røðarnir fóru at svara úttalilsunum hjá løgmanni um, at klassastríðið er av. Á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum vildi hann vera við, at vit eru so væl fyri í Føroyum, at vit ikki kunnu tosa um nakað stættarstríð longur.










