Tað er nú greitt, at 27 ára gamla Ingilín D. Strøm úr Vestmanna verður eitt av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum, tá ið løgtingsval verður aftur í seinasta lagið 31. august. Tað boðar Javnaðarflokkurin frá í dag.
Ingilín D. Strøm er úr einum javnaðarheimi burturav har politikkur hevur havt stóran týdning, tí hon er nevniliga dóttir Hans Paula Strøm, fyrrverandi løgtingsmann og landsstýrismann fyri Javnaðarflokkin, og Gyðju Hjalmarsdóttir Didriksen.
Hon hevur lisið á altjóða studentaskúlanum, United World College, saman við fólki úr øllum heiminum. Og tey siga, at tað var serliga har, hon kom at ásanna, at rættvísi og virðing, hvørki eru sjálvsøgd, ella koma av sær sjálvum.
Men eftir at hava búð og arbeitt í Addis Ababa, Keypmannahavn, og aðrastaðni, flutti hon og maðurin, Teitur Lassen, og sonurin, Uni Halgir, heim aftur til Føroyar her hon síðani tók prógv í føroyskum á Fróðskaparsetrinum. Í frítíðini er hon virkin í Amnesty International, í Ráði Teirra Lesandi, og aðrastaðni. Hon ger nógv burtur úr at virka tað sjálv, hin brúkar, tí hon dyrkar grønmeti, ger bæði hondsápu og sprinklaravesku og músli.
Men umhvørvið er hennara serligi áhugi, umframt at styrkja sosialu skipanirnar. Tað er sjón fyri søgn, at jørðin klárar ikki at fylgja við í okkara ovurnýtslu og einstáttaðu trongd okkara fyri óendaligum vøkstri, sigur hon í fráboðanini í dag.
– Tá vit sum samfelag, og sum einstaklingar, brúka minni, hava vit tørv á minni, og hetta kann geva okkum møguleikan at liva eitt lív, har búskaparligur vøkstur ikki longur er týdningarmiklari ella neyðugur, fyri at fáa stundir, og umstøður, til sosiala samveru og til kropsliga og sálarliga heilsu, leggur hon afturat.
Og hon leggur afturat, at tá ið hon nú bjóðar seg fram í politikki er tað fyri at virka fyri einum burðardyggari og samhaldsfastari samfelagi.