Í nýggju kanningini hjá Fynd, sum útvarpið hjá Kringvarpinum kunngjørdi í kvøld, verður Javnaðarflokkurin varpaður 77 ár aftur í tíðina við undirtøku frá einans 14,4 prosentum, meðan Sambandsflokkurin er stóri vinnarin og fær 27,7 prosent.
Ringasta katastrofuvalið hjá Javnaðarflokkinum nakrantíð, var í 1994, tá flokkurin fór úr sløkum 28 prosentum niður í 15,4. Men var val í dag, so var støðan enn verri hjá flokkinum, sum einans hevði fingið undirtøku frá 14,4 prosentum, og tá er Javnaðarflokkurin á sama støði sum hann var aðru ferð hann stillaði upp til løgtingsval ? í 1932.
Sambandsflokkurin er størsti flokkur í kanningini. Hann fær 27,7 prosent av atkvøðunum og tveir tingsessir aftrat teimum sjey, sum flokkurin fekk á seinasta vali. Framgongdin er 6,7 prosentstig sammett við seinasta val, tá flokkurin fekk 21 prosent av atkvøðunum.
Javnaðarflokkurin er stóri taparin og gongur 4,9 prosentstig aftur. Javnaðarflokkurin fær 14,4 prosent av atkvøðunum sammett við 19,3 prosent á seinasta vali. Flokkurin missir sostatt ein tingsess, og fer úr seks niður í fimm tingsessir.
Tað merkir, at Javnaðarflokkurin framvegis hevur minst undirtøku millum fýra teir stóru flokkarnar á tingi.
Fólkaflokkurin hevði verið triðstørsti flokkur, um val var nú. Fólkaflokkurin fær 19,8 prosent av atkvøðunum í kanningini, og varðveitir sínar sjey tingsessir. Talan er tó um eina lítla afturgongd, 0,3 prosentstig samett við seinasta val.
Størsti andstøðuflokkurin, Tjóðveldi, sum var størsti flokkur á seinasta løgtingsval, hevði verið næst størsti flokkur, um val var nú. 23,1 prosent av veljarunum høvdu sett krossin við Tjóðveldi. Tað svarar til eina lítla afturgongd, 0,2 prosentstig, samanborið við seinasta val, men Tjóðveldi varðveitir sínar átta tingsessir.
Teir báðir smáu flokkarnir á tingi, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, ganga báðir aftur.
Miðflokkurin fer úr 8,4 prosentum niður á 8,1 prosent. Afturgongdin er 0,7 prosentstig. Sostatt missir Miðflokkurin ein tingsess, og fer úr trimum niður i tveir tingsessir.
Sjálvstýrisflokkurin fær 6,9 prosent av atkvøðunum samanborið við 7,2 prosent við seinasta val. Afturgongdin er 0,3 prosentstig, men Sjálvstýrisflokkurin varðveitir báðar sínar tingsessir.
941 fólk vórðu spurd í kanningini.
Kelda: www.kringvarp.fo