Landsfundur hjá javnaðarflokkinum
Høvdu tey gomlu javnaðarfólkini vita aftur í verðina, høvdu tey øtast yvir at sæð, hvat flokkurin er blivin til.
Tað er skoðsmálið, sum forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag gevur Føroya Javnaðarflokki, nú hann hevur landsfund á toftum í kvøld og í morgin.
Vígdis Johannesen heldur nevniliga, at javnaðaflokkurin er farin heilt av sporinum.
Tað vóru fólk úr arbeiðarastættini, sum stovnaði javnaðarflokkin og teir stovnaðu flokkin til at arbeiða fyri áhugamálinum hjá arbeiðarastættini og teimum lágløntu.
Men Vígdis Johannesen sigur, at tað er langt síðani, at javnaðarflokkurin kundi kalla seg sein arbeiðaraflokk.
Í øllum førum er tað langt síðani, at hann hevur víst tað í verki, at hann arbeiðir fyri tey minni mentu í samfelagnum, leggur hon afturat.
Sostatt heldur hon, at flokkurin er farin heilt av sporinum og hon heldur rætt og slætt, at tey gomlu javnaðarfólkini høvdu øtast, høvdu tey sæð flokkin í dag.
At javnaðarflokkurin er ein arbeiðaraflokkur, er søga!
Avgjald á tey minni mentu
og skattalætta til tey múgvandu
Forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag vísir á, at seinastu árini hevur flokkurin verið við til at lagt avgjøld á skattaborgaran.
Og avgjøldini raka tey minnu mentu harðast, tí lægri lønin er, verri eru ráðini at betala avgjald.
Samstundis hevur flokkurin sett skattalættar í gildi, har tey lágløntu fáa minst í skattalætta og tær frægari inntøkurnar fáa mest.
Harafturat hevur javnaðarflokkurin eisini víst í verki, at hann hevur onga sum helst virðing fyri fakfelagsrørsluni.
Tað hevur hann gjørt tvær ferðir, bara í summar, leggur hon afturat og sipar til politisku uppíleggingina í arbeiðssteðgin hjá maskinmeistarunum hjá SEV og til ætlaðu uppíleggingina í arbeiðssteðgin hjá Starvsmannafelagnum í heyst.
- Javnaðarflokkurin hevur víst, at ger eitt fakfelag tann minsta vørrin, er flokkurin til reiðar at draga tey í Løgtingið og slíkt ber ill til at kalla ein fakfelagsflokk.
Men eigur javnaðarflokkurin ikki eisini sín stóra leiklut í, at samhaldsfasti eftirlønargrunnurin er styrktur so at útgjaldið úr hon hækkar? Hevur tað ikki týdning?
Jú, tað hevur tað - men hvør betalir samhaldsfasta. Tað gera vit jú sjálvi við einum prosentparti av hvørjari løn, so samhaldsfasti er einki annað ein táta, sum flokkurin fekk fyri at góðtaka skattalættar og avgjøld.
Men júst hetta vísir, hvussu veikur hann er í samgonguni, tí tað sæst onki av stevnuskránni hjá honum í tí førda politikkinum.
Hon heldur ikki, at orsøkin til, at flokkurin er broyttur so nógv, er tað, at tíðirnar broytast og at hann noyðist at fylgjavið tíðini.
Tað koma at vera láglønt og minni ment í samfelagnum í mong ár afturat og fólk, sum hava brúk fyri, at onkur talar teirra sak. Og javnaðarflokkurin kundi røkt teirra áhugamál
og verið ein arbeiðaraflokkur, uttan at slept hugsjónum, heldur Vígdis Johannesen.
Annars heldur hon, at politikarar geraov lítið fyri at skapa karmar til vinnulívið at virka undir og fyri at menna samfelagið.
Politikarar hava tosað um alternativar vinnur alla mína tíð, men eg dugi framvegis ikki at síggja nakað til hetta, leggur hon afturat.