Roknskapirnir hjá politisku flokkunum fyri 2014 eru nú komnir alment út. Ein gjøgnumgongd vísir, at Javnaðarflokkurin er so nógv tann ríkasti flokkurin í Føroyum.
Inntøkurnar hjá flokkunum eru rímuliga tryggar, tí flokkarnir fáa pengar beinleiðis av fíggjarlógini eftir stødd. Sambandsflokkurin, sum var størsti flokkurin eftir valið í 2011, fekk góðar 800.000 krónur í løgtingsstuðuli í 2014. Sjálvstýrisflokkurin, sum var minsti flokkur, fekk góðar 230.000 krónur.
Føroysku flokkarnir fáa eisini pengar á donsku fíggjarlógini. Sambandsflokkurin, sum á fólkatingsvalinum í 2011 var størsti flokkur, fekk góðar 190.000 krónur frá fólkatinginum. Her skal viðmerkjast, at hetta ikki eru pengarnir, sum føroysku fólkatingslimirnir brúka til dagliga raksturin. Tí flokkarnir fáa mangt slíkt til skrivstovuhald og annað, sum ikki er uppi í roknskapunum hjá flokkunum í Føroyum.
Bókaða eginognunum hjá flokkunum, sum sæst á listanum niðanfyri, vísir millum annað, at Javnaðarflokkurin hevur dupult so stóra eginogn sum allir hinir seks flokkarnir tilsamans. Eginognin hjá Javnaðarlfokkinum er slakar 7,5 milliónir krónur, meðan eginognin hjá øllum hinum seks flokkunum tilsamans er slakar 3,8 milliónir krónur:
1. Javnaðarflokkurin:
Ársúrslit: 339.000 kr
Eginogn: 7.441.000 kr
2. Fólkaflokkurin:
Ársúrslit: 670.000 kr
Eginogn: 1.901.000 kr
3. Sambandsflokkurin:
Ársúrslit: 654.000 kr
Eginogn: 1.073.000
4. Tjóðveldi:
Ársúrslit: 290.000 kr
Eginogn: 651.000 kr
5. Sjálvstýri:
Ársúrslit: 138.000 kr
Eginogn: 384.000 kr
6. Miðflokkurin:
Ársúrslit: 182.000 kr
Eginogn: 192.000 kr
7. Framsókn:
Ársúrslit: 151.000 kr
Eginogn: -424.000 kr