Javnaðarflokkurin er mest kroystur

ABC-flokkarnir hava initiativið, men afturgongdin hjá Javnaðarflokkinum kann kroysta flokkin til at ganga aðrar leiðir. Loysingarvongurin í bæði Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum er styrktur, og tað kann opna fyri nýggjum samgongumøguleikum. Ein ABC-samgonga er fyribils mest sannlík, men alt kann henda. Tað metir Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur

Javnaðarflokkurin var einasti flokkurin á tingi, sum misti ein tingsess á valinum leygardagin. Og undantikið søguliga valinum í 1994 er valúrslitið tað vánaligasta hjá flokkinum síðani 1932. Tað gevur flokkinum og formanninum okkurt at hugsa um. Tolir hann fýra ár afturat saman við Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum? Hví gekst so illa leygardagin? Og hvat skal gerast fyri at steðga afturgongdini?


Sjálvrannsakan á lista C

Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur, metir, at løgmaður og ABC-flokkarnir framvegis hava initiativið. Og at ein framhaldandi ABC-samgonga er tað mest sannlíka. Men Javnaðarflokkurin er tvingaður til at rannsaka seg sjálvan eftir úrslitið leygarkvøldið.

- Javnaðarflokkurin er tann mest kroysti samgonguflokkurin, og tí má hann fyrst og fremst syrgja fyri at koma í eina samgongu, har flokkurin kann seta sterkari fingramerki á førda politikkin. Høvuðstrupulleikin fyri Javnaðarflokkin hevur í hesi samgonguni verið, at flokkurin ikki hevur megnað at markera sín politikk, metir Gestur Hovgaard.

Gestur sigur seg ikki keypa grundgevingina hjá løgmanni um, at flokkurin rindar prísin fyri at vera berandi stjórnarflokkurin. Trupulleikin snýr seg um politiskt innihald.

- At hoyra formannin í tingbólki Javnaðarfloksins, Kristian Magnussen, í andglettinum í útvarpinum undan valinum, bar boð um ein flokk, sum ikki megnar at kommunikera ein politikk. Tað er ikki nóg mikið einans at koma í samgongu og varðveita løgmann, sigur Gestur.

Men Javnaðarflokkurin kemur ikki uttan um ein borgarligan flokk, tí hann hevur ikki meiriluta saman við t.d. Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkinum, sum einans gevur sekstan mandat. Um ABC-samgongan ikki heldur fram, kemur Javnaðarflokkurin ikki uttan um Fólkaflokkin ella Sambandsflokkin.


Loysingarvongurin styrktur í A og C

Við sigrinum hjá Annika Olsen og Poul Michelsen og vánaligu úrslitinum hjá Óla Breckmann og Bjarna Djurholm, sum kortini kunnu vóna at sleppa inn aftur í hitan, tá landsstýrið er mannað, er loysingarvongurin í Fólkaflokkinum markant styrktur.

Poul Michelsen vann sæti á tingi leygardagin og hevur altíð hoyrt til loysingarvongin í Fólkaflokkinum. Og at døma eftir útsagnunum hjá nýggja stjørnuskotinum Anniku Olsen, sum gjørdist nummar fýra á lista A við 521 atkvøðum, so hevur tann sjálvstýrissinnaði formaðurin Jørgen Niclasen fingið tveir stuðlar, tá tað kemur til tann ríkisrættarliga spurningin.

- Okur vilja loysa, og okur vilja í samgongu við teimum flokkum, sum ynskja hetta sama og vilja fremja tær neyðugu yvirtøkurnar, segði Annika við Útvarp Føroya í gjár. Og í blaðnum í dag ber Poul fram sama ynski.

Sama kann sigast um Javnaðarflokkin. Kristian Magnussen, Sverri Midjord og Henrik Old eru ikki longur partur av tingmanningini, og inn í tingbólkin eru komin Helena Dam á Neystabø og Hans Pauli Strøm. Hetta styrkir um sjálvstýrisvongin á lista C, sum vanliga sigst vera mannaður við John Johannesen og Jóannes Eidesgaard.

Hesar internu forskjótingar í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum kann hava ávirkan á, hvør komandi samgongan verður.

- Fimtan nýggj vórðu vald á ting leygardagin. Og talan er í fleiri førum um markantar persónligheitir, sum heilt víst fara at krevja sítt. Tí kann tann stóra persónliga útskiftingin skapa heilt nýggjar samgongumøguleikar, metir Gestur Hovgaard.

Við hesum sipar hann m.a. til einstaklingar sum Helenu Dam á Neystabø, Poul Michelsen, Anniku Olsen og ikki minst Magna Laksáfoss, sum gjørdist toppskjútti á lista B við 979 atkvøðum. At hann ynskir at halda fram sum fíggjarmálaráðharri, er sambært Gesti lítil ivi um. Og spurningurin er so, hvat Fólkaflokkurin heldur um hetta, sum hevur sitið illa í øgn við búskaparfrøðingin úti í Albert Hall.


Tveir av ABC-flokkunum verða sitandi

Um ABC-samgongan ikki heldur fram, so metir Gestur Hovgaard kortini, at talan verður um eina breiða samgongu, og at í øllum førum tveir av teimum trimum samgonguflokkunum verða sitandi. Spurningurin er so, um Tjóðveldi loysir onkran av hinum av. Og tað er alt tengt at teimum krøvum, sum í dag verða borin fram á samráðingarfundinum millum ABC-formenninar Jørgen Niclasen, Kaj Leo Johannesen og Jóannes Eidesgaard. Og tað er eisini tengt at telvingini hjá andstøðuni á Gamla Apoteki.

- Samanumtikið er tað mest sannlíka, at ABC-samgongan heldur fram, tá hon nú hevur initiativið. Men fleiri aðrir møguleikar eru at fáa eyga á, og tað undrar meg ikki, um komandi samgonga ikki eitur ABC, sigur Gestur Hovgaard at enda.