Javnaðarflokkurin: Eidesgaard stendur sterkur

Sjálvt um Eidesgaard hevur givið Vestergaard ein martýrleiklut við at koyra hann frá sum landsstýrismann, sær løgmaður út til at standa seg væl í Suðuroy

Og hóast løgmaður kann tykjast sum ein klóraður frensur, so sær hann út til at fáa eitt gott val við umleið 1.000 atkvøðum, har á leið helvtin stavar úr Suðuroy.

Helena Dam á Neystabø fær á leið 600 atkvøður á øðrum plássi, og á triðja plássi kemur Gerhard Lognberg við á leið 500 atkvøðum.

Lognberg hevur ivaleyst gjørt seg vælumtóktan í Sandoynni við sínum áhaldandi arbeiði fyri Sandoyartunlinum.

Umframt hesi trý er ilt at siga, hvør kemur inn. Um Javnaðarflokkurin fær eitt vánaligt val, eru fleiri kend andlit, ið kunnu rúka út úr løgtinginum. Stavn um stavn á millum 200 og 300 atkvøðum liggja heili sjey valevni:

Hans Pauli Strøm, John Johannesen, Katrin Dahl Jakobsen, Eyðgunn Samuelsen, Nita Næs, Aksel V. Johannesen og Andreas Petersen.

Síðani er eitt langt lop niður til næsta kappingarneytan, Mikkjal Sørensen.

Hinvegin letur ikki til, at núverandi tinglimurin Kristian Magnussen kemur innaftur.

Grundarlagið fyri tølunum er framvegis avmarkað og skal einans síggjast sum ein fyribils forsøgn. Hóast fyrilit eru tikin fyri geografiskum skeivleikum, so kunnu nógv »lokal« hol vera í kanningini. Tó verður mett við stórari vissu, at løgtingslimirnir hjá Javnaðarflokkinum verða at finna millum tey, ið nevnd er í grafinum omanfyri.

Tølini verða gjøgnum valkvøldið útskift við upptald tøl, og sum valkvøldið líður, fer forsøgnin tí at gerast alsamt neyvari.

Greinskrivarar: Regin Reinert, hagfrøðingur, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur