Javnaðarflokkurin drúgvastu royndirnar – Sambandsflokkurin næstur

Veljarakanning: Javnaðarflokkurin hevur verið umboðaður í fólkatinginum í 51 ár, Sambandsflokkurin í 38 ár, Fólkaflokkurin í 33 ár og Tjóðveldi í 18 ár – síðani heimastýrislógina í 1948

Veljarakanningin til Fólkatingið, sum vit høvdu her á in.fo í gjár, vísti, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu verið afturvaldir, hóast tað hevði verið sera tætt millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldi í stríðnum um seinna sessin. Javnaðarflokkurin hevði sambært kanningini greitt vunnið fyrra sessin.

##med2##

Tað eru í ár 73 ár síðani, at føroyska fólkatingsumboðanin varð broytt til, at Føroyar skuldu velja tvey umboð í Fólkatingið í staðin fyri eitt.

Les eisini: Sambandsflokkurin stóra afturgongd

Fyrsta valið, tá føroyingar valdu tvey umboð í fólkatingið var 18. februar 1948 ella stutt fyri, at Føroyar fóru frá at vera amt í danska kongaríkinum og til at vera heimastýri.

Síðani tá hava verið 27 fólkatingsval. Føroyingar hava verið á fólkatingsvali allar hesar ferðirnar – uttan á seinna fólkatingsvalinum í 1953, sum varð hildið í sambandi við broytingarnar í grundlógini. Tað valið var tann 8. oktober 1953, og tá vóru tað bara Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum stillaðu upp, og tí var friðarval – fólkatingsval uttan atkvøðugreiðslu.

Talvan niðanfyri vísir undirtøkuna, sum teir ymsu flokkarnir hava fingið á øllum fólkatingsvalum, sum hava verið síðani 1949. Tað eru bara teir fýra stóru flokkarnir, sum hava verið umboðaðir í Fólkatinginum. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava altíð stillað upp. Fólkaflokkurin stillaði ikki upp valini í 1950 og í 1953, men vann sæti aftur í 1957. Tjóðveldisflokkurin hevur stillað upp síðani 1973. Tað eru 106 ár síðani Sjálvstýrisflokkurin seinast var umboðaður á Christiansborg, tá Edward Mitens varð valdur í 1915.

##med3##

1960: Tjóðveldi stillaði ikki upp, men Karsten Hoydal varð uppstillaður uttanflokka og fekk 18,7 prosent av atkvøðunum. Kjartan Mohr fekk 5,1 prosent av atkvøðunum.

1964-1973: Aðrir er Framburðsflokkurin hjá Kjartani Mohr.

1971: Tjóðveldi stillaði ikki upp, men Zackarias Wang varð uppstillaður uttanflokka og fekk 18,4 prosent av atkvøðunum.

1973: Knút Petur í Gong var uppstillaður uttanflokka og fekk 0,5 prosent av atkvøðunum.

1988-1994: Miðflokkurin stillaði ikki upp. Kristiligi Fólkaflokkurin stillaði upp og fekk ávikavíst 3,9 og 1,6 og 2,4 prosent av atkvøðunum.

1994: Verkamannafylkingin stillaði upp og fekk 16,3 prosent av atkvøðunum. Zacharias Wang stillaði upp og fekk 5,9 prosent av atkvøðunum

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eru teir einastu, sum hava stillað upp á øllum 27 valunum, sum hava verið síðani heimastýrislógina. Fólkaflokkurin bjóðaði seg ikki fram á valunum í 1950 og 1953.

Tjóðveldi hevur stillað upp á øllum valunum síðani 1973. Í 1960 stillaði Karsten Hoydal, sum var tjóðveldismaður, upp á egnum lista, og á valinum í 1971 stillaði tjóðveldismaðurin Zakarias Wang upp á privatlista.

Tað eru teir báðir flokkarnir, sum hava verið á fólkatingi í flest av teimum 73 árunum. Javnaðarflokkurin hevur verið umboðaður í fólkatinginum í 51 ár, Sambandsflokkurin í 38 ár, Fólka flokkurin í 33 ár og Tjóðveldi í 18 ár.

Frá 1947 og fram til og við fólkatingsvalið í 1994 var møguleiki fyri listasam-gongu á fólkatingsvalunum í Føroyum. Tað vil siga, at fleiri listar høvdu møguleika at gera valsamgongu. Tað bar við sær, at atkvøðurnar hjá flokkunum í listasamgonguni vórðu taldar saman, og so vann tann persónurin tingsessin, sum hevði flestar atkvøður á tí listanum í listasamgonguni, ið vann flestar atkvøður.