Javnaðarflokkurin brýtir vallyfti

Aðalráðini skulu skerjast í tali, men eingin starvsfólk skulu sendast heim. Hesum boðaði Javnaðarflokkurin frá undir valstríðnum. Mikudagin kom undan kavi, at 16 fólk missa starvið mikudagin

Framtíðin hjá miðfyrisitingini var eitt av høvuðsevnunum hjá Javnaðarflokkinum undir valstríðnum í januar mánaði. Undir framløguni av valskrá Javnaðarfloksins og í valsending boðaði flokkurin frá, at hann ynskti at skerja aðalráðini, og samstundis segði Javnaðarflokkurin, at flokkurin ætlaði ikki at senda nøkur starvsfólk heim úr miðfyrisitingini.
Mikudagin vórðu 16 fólk úr miðfyrisitingini send heim til hús. Grundgevingin fyri hópuppsagnunum hjá ABC-samgonguni er, at tað er neyðugt at fremja ein lønarniðurskurð á 10 % í almennu fyrisitingini.
Javnaðarflokkurin gongur tí móti boðskapinum, sum flokkurin hevði í valstríðnum undan løgtingsvalinum 20.januar í ár.

Bert eitt valevni
Løgmaður Jóannes Eidesgaard váttar, at eitt av valevnum Javnaðarfloksins undir framløguni av valskránni segði, at ætlanin var ikki at senda starvsfólk í miðfyrisitingini til hús, hóast Javnaðarflokkurin vildi skerja aðalráðini.
?Eg haldi ikki hatta var boðskapurin hjá Javnaðarflokkinum, men heldur var talan um ein útsøgn hjá einum av valevnum okkara. Viðkomandi persónur fekk eisini at vita, at Javnaðarflokkurin ikki stóð við hansara útsøgn eftir tilburðin, greiðir løgmaður frá.

Skal veljarin ikki trúgva valevnunum hjá flokkinum?
Jú jú, men støðan var einaferð hon, at flokkurin ikki stóð innifyri útsøgnini, og tað fekk hann sum sagt eisini at vita, svarar løgmaður

Jóannes Eidesgaard vil ikki siga, hvat valevni talan er um, men løgmaður sipar óivað til Kristian Magnussen, sum valsending í SvF segði, at skerjingin ikki fór at kosta arbeiðspláss í fyrisitingini.
Undir framløguni av sjálvari valskránni nam Hans Pauli Strøm eisini við spurningin.
?Jú tað er rætt; at eg úttalaði meg um spurningin. Eg minnist, at Jóannes (Eidesgaard, blðm) varð fyrst spurdur um skerjingin av aðalráðum merkti at neyðugt var við at senda fólk heim úr fyrisitingini, og síðan tóku eg og Bergur(Dam, blðm,) yvir.Eg greiddi frá, at skerjingarnar í aðalráðunum ikki neyðturviliga skuldi kosta arbeiðspláss í miðfyrisitingini, sigur Hans Paula Strøm.

Politiski veruleikin øðrvísi
Bæði Hans Pauli Strøm og løgmaður siga, at tað er ein sannroynd, at stórur munur er á politiska veruleikanum 29. desember í fjør og nú góðar níggju mánaðir seinni, og tí samsvarar vallyftini og avgerðin mikudagin ikki.
?Vit eru noyddir at fyrihalda okkum til búskaparliga veruleikan í dag, og hann sigur, at vit øll eru noydd at taka eitt tak. Vit kunnu ikki yvirliva politiskt við at skerja á øllum øðrum økjum uttan at hyggja okkara egnu fyrisiting, og tí eru hesi stig tikin, vísir Hans Pauli Strøm á.