Hergeir Nielsen
Fyrsta heilsanin Smyril fekk, var eitt verkbann frá løgmanni, og nú hann skal sigla, langar allur Javnaðarflokkurin til við einum boykotti móti tí triðja túrinum.
Fyrsta atsóknin kom sum úr byrsuni.
Tað er burtur úr vón og viti, - at lata suðuroyingar sleppa um fjørðin ov ofta, var stutti og greiði boðskapurin frá Javnaðarflokkinum.
Ein sokallaður Suðuroyartingmaður var tað, sum enn eina ferð slóð nevan í borðið.
Tingmenn norðanfjørðs eru himmalfegnir um støðugt batnandi sambond síni, og fleiri teirra taka undir við ætlan okkara. Teir vóru og eru til at tosa við um hetta rímiliga ynski okkara.
Vit vóru tí fleiri, ið roknaðu við, at Suðuroyartingmaðurin í rættarnevndini, har túratalið varð viðgjørt, fór at fáa málið aftur á beint, men gakk.
Hann fekk í staðin fyri ein meiriluta at mæla løgtinginum frá at lata Smyril sigla tríggjar túrar um dagin.
Hann hevði har ein gyltan møguleika fyri at rætta okkum eina hond, men so eiðasørt.
Hann valdi heldur at sláa hondina av okkum og hevur nú kastað saman við varamanni sínum. Suðuroyartingmenninir báðir í javnaðarflokkinum hava veruliga sett sær fyri at boykotta okkum tann triðja túrin.
Almennar politiskar niðurstøður um, at tað er burtur úr vón og viti at bøta um túratalið hjá suðuroyingum, fara sjálvandi at seta seg sum tíðin líður.
Og um okkara leiðir ganga fólk sjálvandi ørkymlaði og spyrja hvørtannað, hví javnaðarflokkurin legst á allar teir spírar, sum taka seg upp í Suðuroynni.
Teir sum sigla 10 ferðir úr Skopun og 20 ferðir úr Klaksvík um dagin skilja ikki ein pinn av tí heila.
Meðan suðuroyingarnir hava úr at gera við at køva sínar egnu møguleikar, stríðast teir við enn betri føstum sambondum.
Her verður mannamunur gjørdur, og suðuroyingar ganga undan.
Smyril var eitt aktiv í okkara verð, og teir sum nú ganga og spyrja hvønnannan eftir Suðuroyarætlanini hjá sær sjálvum, hava gjørt hann til eitt passiv.
Vit strektu kjølin og bygdu eitt skip fyri 300 mió.kr. Tað varð goldið kontant, og vit fingu 10% aftur í dagbótum.
Hesum skuldarfríða skipi noktar javnaðarflokkurin okkum at sigla við.
Flokkurin, sum herjar frameftir og oyðir aftureftir svínabindur nú eina íløgu fyri 300 mió.kr. á Krambatanga 16 tímar um samdøgrið.
Soleiðis er, tá eftirmenn roynast skuggar.









