Javnaðarfólk vilja frameftir

Vit minnast øll alt eljustríðið sum var, seinast Tjóðveldi var í Tinganesi. Og sama skilið var aftur nú

Tað sum vit mugu standa saman um og vóna er, at vit kunnu fáa okkara politikk fram í eini ABC-samgongu, hóast tað er beiskt at svølgja, at teir borgarligu eru teir frægastu at samstarva við.

Eg havi í hvussu so er ásannað, at Tjóðveldi er ein savning av einstaklingum, ið eingin kann arbeiða saman við. Áheitan mín á øll javnaðarfólk er: Ikki brúka tíð og orku upp á Tjóðveldi. Tað nyttar einki. Samstarvið er farið, og er ikki meir at siga um tað.