Javnaðarfólk í Norðoyggjum fingið nýggja forkvinnu

Eg fái stórar skógvar at fylla, sigur hon

Norðoya Javnaðarfelag hevur fingið nýggja forkvinnu.  Aftaná aðalfundin í Norðoya Javnaðarfelag í gjárkvøldið varð nevniliga greitt, at Gunnvá Tróndardóttir Joensen er nýggj forkvinna í felagnum.

Petur Martin Hansen, sum hevur verið formaður seinastu 8 árini, valdi at leggja frá sær, og tí skuldi nýtt fólk finnast at standa á odda fyri felagnum

Gunnvá Tróndardóttir Joensen er 37 ára gomul og býr í Klaksvík. Hon er gift og eigur tríggjar døtur. Gunnvá hevur stillað upp fyri Javnaðarflokkin bæði til kommunuval, fólkatingsval og løgtingsval, og nú hevur hon gjørt av at taka við sum forkvinna í lokala felagnum. 

– Tađ verða stórir skógvar at fylla eftir Petur Martin, sigur hon í tíðindaskrivi í kvøld. Hon sigur, at fyrsta tíđin fer helst viđ at royna at seta seg inn í ymisku uppgávurnar, og hvussu alt hongur saman og endamálið verður at tey skulu vera enn sjónligari enn tey hava verið, sigur hon.