? Føroysk lesandi í Danmark hava stóran áhuga í tí, sum fer fram á politiska leikpallinum í Føroyum. Tí haldi eg, at vit eiga at geva hesum fólkum møguleika í at vera politiskt virkin í einum felag, ið røkir føroysk politisk áhugamál.
Katrin Gaard, sum hevur tikið stig til at stovna SU deildina í Keypmannahavn vísir á, at føroyingar, sum lesa í Danmark og eru partapolitiskt áhuga, halda seg aftur við at melda seg inn í donsk partapolitisk áhugafeløg av teirri orsøk, at hesi feløg bert viðgera donsk viðurskifti.
? Men sunnudagin, tá SU verður stovnað í Keypmannahavn sleppa føroysk javnaðaráhugað at verða virkin, vissar Katrin Gaard um.
Kjakforum
? Eitt endamál við felagnum er at skapa eitt kjakforum, har føroyingar búsitandi í Danmark kunnu kjakast um ymisk viðurskifti, ið eru uppi í Føroyska samfelagnum, men vit skulu so sanniliga eisini viðgera ymiskt, sum av einari ella aðrari orsøk als ikki verður viðgjørt í Føroyum, sigur Katrin Gaard og sipar til ES og globalisering.
? Vit eiga at hugsa um, at heimurin verður knýttur alt tættari og tættari við teirri globalisering, sum fer fram kring allan knøttin í løtuni. Eisini eiga vit at hugsa um støðuna millum Føroyar og ES. Hvar standa vit, um Noreg fer upp í ES?
Katrin Gaard heldur, at kjakið í Føroyum í løtuni í alt ov stóran mun snýr seg um viðurskiftini Føroya og Danmarkar ímillum. Hon heldur, at føroyingar eiga at fáa eyguni upp fyri øðrum kjaki umframt hesum.
Hitta politikarar
Á stovnandi fundinum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn sunnudagin verður formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, hjástaddur, og ætlanin er eisini, at limirnir skulu fáa høvi at vitja hann á Christiansborg.
Harafturat er ætlanin, at SU í Keypmannahavn skal hitta ymsar aðrar politikarar á máli um ymisk viðurskifti. Til dømis er ætlanin at hitt Jonatan Motzfeldt.