Javnaðarfólk eiga at savnast

Vit mugu halda fast í sermerktu javnaðarhugsjónini um frælsi, javnrætt og samhaldsfesti og taka hesa týdningarmiklu heild fram um ósemjur um tíðarætlanir í einstakum politiskum málum. At venda flokkinum og harvið trygdini fyri vælferðarsamfelagnum bakið, er eftir míni metan ein ov vágin og illa umhugsaður atburður

John Johannessen


Orsøkin til stovnanina av Javnaðarflokkinum í 1926 var, at nú skuldu viðurskiftini hjá vanliga fólkinum á skrá. Hinir borgarligu flokkarnir keglaðust um loysing og samband, uttan at teir veruliga høvdu viðurskiftini hjá vanliga føroyinginum á dagsskrá.

Eyðkennið hjá Javnaðarflokkinum frá fyrsta degi var, at hann sá politisku málini í einari samanhangandi heildarmynd um økta vælferð og harvið frælsi hjá tí einstaka í felagsskapinum við onnur. Hetta við heildarpolitikkinum var eisini dygdin hjá Javnaðarflokkinum fram um hinar flokkarnar.

Millum punktini í fyrstu politisku skrá Javnaðarfloksins vóru krøvini um nýggja og fólkaræðisliga útbúgvingarskipan, umfatandi almannaverk, útstykking av almennari jørð til fæloysingar og mong onnur mál, sum beinleiðis tóku støði í livikorunum hjá vanliga føroyinginum. Og millum kendastu úrslitini av hesum politikki man vera fólkapensjónin, sum Javnaðarflokkurin fekk í lag.


Livikor í vanda

Eisini í dag, góð áttati ár eftir stovningardagin, er brúk fyri einum flokki, sum í tíðarhóskandi ljósi dugir at verja lívskorini hjá tí einstaka. Hækkandi renta, hækkandi oljuprísir og hækkandi matvøruprísir eru millum tey viðurskifti, ið gera, at stórir bólkar í samfelagnum eru bangnir og av álvara kenna lívskorini hótt.

Støðan í sjúkrahúsverkinum, í pørtum av vinnuni og í fíggjarheiminum gevur eisini fleiri orsøkir til at kenna tað, sum at sjálvt vælferðarsamfelagið er í vanda.

Støðan í fiskivinnuni orsakað av lækkandi fiskaprísum, minkandi fiskastovnum og hækkandi oljuprísum merkist serliga í suðurpartinum av landinum, har inntøkugrundarlagið hjá arbeiðaranum, vinnuni og kommununum hvørvur.

Avleiðingarnar av hækkandi rentuni, matvøruprísunum og oljuprísunum merkjast eina mest í miðstaðarøkinum, har familjur og einstaklingar hava verið noydd at seta seg í ovurhonds stóra skuld, fyri at fáa tak yvir høvdið til seg og síni. Men eisini merkjast avleiðingarnar av álvara hjá pensjónistum og øðrum láglønarbólkum um landið alt.


Politikkur á dagsskrá

Alt hetta eru álvarsom viðurskifti, ið krevja politiska viðgerð og ikki minst krevja tey politiskt dugnasemi og støðufesti.

Higartil hevur ikki borið til at viðgjørt avbjóðingarnar, hvørki í samgonguni ella í Javnaðarflokkinum. Orsøkin hevur verið eitt endaleyst stríð um eina dagfesting í ávísari verkætlan.

Verkætlanini hevur tingbólkur Javnaðarfloksins fleiri ferðir samtykt at taka undir við, men við neyðugum og ábyrgdarfullum fyrilitum. Enntá hevur eydnast at tvungið samstarvsfelagar okkara í samgonguni at taka undir við verkætlanini, so hon aldri hevur verið so nær og so ítøkilig sum júst nú.

Kortini tykist stríðið skula enda við, at man vil geva flokkin og harvið javnaðarpolitikkin upp fyri skutil orsaka av ósemju um eina dagfesting. Tað er heilt ómetaliga harmiligt – og eisini ábyrgdarleyst.

Men eg veit, at ábyrgdarkensla er nakað, ið eyðkennir okkara mongu limir. So mikið kenni eg javnaðarfólk um alt landið, at tey framvegis kenna eina ábyrgd fyri vælferðarsamfelagnum og harvið ynskja, at Javnaðarflokkurin setur politisku avbjóðingarnar á dagsskrá og finnur loysnir, ið tryggja javnbjóðis møguleikar fyri frælsi hins einstaka í felagsskapinum, líkamikið hvørjum starvi ella øki í landinum viðkomandi kemur frá.

Og nú vit tosa um ábyrgd, so er kanska vert at nevna, at orðini á fyrstu síðu í samgonguskjalinum um fyrilit fyri fíggjar- og búskaparstøðuni ikki bert galda fyri ávísa verkætlan, men fyri øll átøkini, sum eru nevnd í samgonguskjalinum.

Tað kann væl vera, at Javnaðarflokkurin hevur verið og kanska er í einari politiskari kreppu. Men hvør annar kann venda gongdini, enn júst vit øll, sum eru limir í flokkinum og sum velja flokkin. Vit mugu í felag kenna okkara ábyrgd fyri at skapa Fólkaheimið Føroyar. Ongin annar ger tað fyri okkum.