Adam Johnson, fyrrverandi enskur landsliðsleikari og sum nú spælir við Tottenham, hevur játtað, at hann hevur havt kynsligt samband við eina 15 ára gamla gentu.
Higartil hevur hann noktað seg sekan, men í býrættinum hevur hann nú játtað seg sekan í tveimum av fýra ákærum. Talan skal vera um, at Adam Johnson, umvegis internetið, hevur fingið samband við eina 15 ára gamla gentu, sum hann hevur uppbygt eitt álitisforhold við, og sum hann síðani hevur mussað.
Hann noktar seg framvegis sekan í at hava havt samlegu við eina 16 ára gamla gentu.
Adam Johnson varð handtikin 2. mars og felagið valdi at burturvísa hann fyribils. Hann er tó sloppin upp í part aftur og um vikuskiftið skoraði hann í 2-2 dystinum millum Sunderland og Liverpool.