Grundlógaravhoyringin í Føroya Rætti fer fram fyri dupult afturlatnum hurðum, og tað merkir, at hvørki fjølmiðlar ella onnur fáa innlit í skuldsetingina ella annað í málinum, sum snýr seg um rúsevni.
Men áðrenn dyrnar blivu latnar aftur í rættarsali 1 í Føroya Rætti seinnapartin, kom tó fram, at tann ákærdi, sum er ein maður um 45-50 ára aldur, játtar seg sekan í skuldsetingini.
Ákærvaldið ynskti at fáa málið koyrt fyri afturlatnum hurðum, meðan verjin hjá tí skuldsetta, Jógvan Páll Lassen, ikki helt, at tað var neyðugt at hava afturlatnar hurðar, tí hansara klientur játtaði seg sekan. Men dómarin valdi at ganga ynskinum hjá ákæruvaldinum á møti.










