Løgreglan hevur nú avhoyrt ein mann í sambandi við eina neyðtøkuroynd í Havn fyri eini góðari viku síðani.
Tað var ein ung kvinna, sum boðaði frá, at ein maður hevði roynt at neyðtaka hana og í dag hevur løgreglan so tosað í telefon við ein mann, sum hevur verið undir illgruna.
Hann er staddur uttanlands, men hevur játtað seg sekan, og hann verður avhoyrdur nágreiniligari, tá hann er aftur í Føroyum í aðru viku.
Tað var um midnáttarleitið síðsta mikukvøld, at ein ung kvinna varð álopin aftanfyri Sjónleikarhúsið. Men hon bardist so harðliga ímóti, at álopsmaðurin tók til rýmingar.
Eftir hendingina sóknaðist løgreglan alment eftir vitnum og tað gav góð úrslit, tí nógv fólk vendu sær til løgregluna.
Løgreglan fekk eisini tekniskt spor at ganga eftir og vakmyndatól ymsastaðni í Havn, hava eisini lagt onkrar brikkar afturat pusslispælinum.
Eftir nakrar dagar kom løgreglan so nær, at tey hildu seg kunna seta navn á álopsmannin.
Løgreglufólkini eru fegin fyri teir upplýsingar, tey hava fingið frá fólki, og sum nú eru endað við, at ein maður hevur játtað seg sekan.
|