Játta pengar til at útbúgva ein hóp av starvsfólki afturat

Nú verða stór stig tikin fyri at nøkta tørvin á starvsfólki til at røkta sjúk og eldri

Herfyri kunngjørdi Búskaparráðið eina kanning, sum vísti á at hesi næstu 10 árini fer tørvurin á fakfólki á vælferðarøkjunum at veksa nógv, eitt nú á heilsuøkinum og í eldrarøktini. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur tí tikið avgerð um at upp játta meiri pening til at útbúgva fleiri fólk á hesum økjum, og peningurin er settur av á fíggjarlógini fyri næsta ár.

 

Í hesum sambandi er játtanin til Fróðskaparsetrið hækkað so at tey fáa ráð til at taka ein flokk afturat at lesa til sjúkrarøktarfrøðing, so longu næsta ár verða tveir flokkar av lesandi til sjúkrarøktarfrøðing og framyvir verða tað so eisini tveir flokkar á hvørjum ári.

 

Somuleiðis verður játtanin til Miðnámsskúlan í Suðuroy hækkað, so at skúlin kann taka næmingar til heilsurøktaraútbúgvingina tvær ferðir un árið.

 

– Skulu varðveita eina góða tænastu, er tað eyðsæð, at tað er neyðugt at útbúgva fleiri fakfólk til vælferðarøkini hesi næstu árini, sigur Jenis av Rana landsstýrismaður í mentamálum, í tíðindaskrivi í dag.