Hósdagin í næstu viku fer Hvirlan at skipa fyri árligu Jatnatøkunum á Tórsbreyt. Kappast verður í hesum greinum og aldursbólkum:
Gentur 14-15 ár: spjótkast og 100 m
Dreingir 14-15 ár: spjótkast og 100 m
Gentur 16-17 ár: longdarlop og 100 m
Dreingir: 16-17 ár: longdarlop og 100 m
Kvinnur: 100 m, 800 m, trístøkk og 4 x 100
Menn: 100 m, 5.000 m, 400 m rimarenning og trístøkk
Okkara bestu íðkarar eru í góðum formi fyri tíðina. Við at líta í kappingaryvirlitið sæst at eini 5-6 føroysk met kunnu standa fyri skotum.
Tey vænta gott veður á Tórsbreyt hetta kvøldið og tí verður grillin tendrað eftir kappingarlop. So tá verður hugni, prát, reyp og át fyri rest.