Jaspur Vang tekur fegin við sum landsstýrismaður

Jaspur Vang, sum hevur sitið sum varamaður á tingi fyri Johan Dahl, tekur tekur fegin við sum landsstýrismaður, um flokkurin hevur boð eftir honum

? Vil flokkurin stuðla mær, so taki eg fegin við sum landsstýrismaður fiskivinnumálum.
So sannførdur svarar Jaspur Vang, sum nú er fyrrverandi løgtingsmaður Sambandsflokkin.
Jaspur Vang kom á ting 3. februar, tá Johan Dahl tók við sum landsstýrismaður. Jaspur Vang, sum er 43 ára gamal, er løgreglumaður í Suðuroy. Hann stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsval á valinum í 2002, og gjørdist hann tá nummar fýra á listanum. Við seinasta løgtingsval tvífaldaðust hansara atkvøður, og gjørdist hann klárt nummar tvey eftir Johan Dahl.
? Hetta er sjálvandi ein keðilig støða, sum vit eru komin í. Men nú mugu vit líta frameftir og fáa frið um flokkin, sigur Jaspur Vang, sum ongar beinleiðis viðmerkingar vil gera til viðurskiftini annars.
Men Jaspur Vang stuðlar fult og heilt Sambandsflokkinum og samgonguni.
Jaspur Vang fekk 21 dagar á tingi. Hann náddi tríggjar tingfundir. Hann var limur í Trivnaðarnevndini, sum enn ikki hevur havt sín fyrsta fund. Eisini var hann ein av løgtingsgrannskoðarunum, sum hava havt fleiri fundir.