Jaspur: Malta er eitt framúr gott ferðamál (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Zachariasen gjørdi við Jaspur Johannesen, ið eigur summarhús á Malta

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Zachariassen gjørdi við Jaspur Johannesen úr Havn sum eigur summarhús á Malta.

 

Samrøðan var gjørd fyrrapartin á FM1 í dag í samband við tað drúgvu fótbóltssendingina hjá FM1, ið byrjaði klokkan 10 í morgun, og sum koyrir til klokkan nærkast 23 í kvøld.

 

Jaspur Johannesen viðmælir Malta sum ferðamannaland, har tað altíð er støðugt og gott veður. Tí er hitalagið kanska mest passaligt fyri teir flestu føroyingarnar um várið og heystið.

 

Føroyar og Malta spæla á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45. Tróndur Arge sigur frá dystinum á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.