Fiskivinna
Hesa vikuna hevur landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará bara landað tvey skip.
Tað eru partrolararnir Jaspis og Ametyst, sum í gjár vóru inni við tilsamans 270.000 pundum av upsa.
Hetta er annar túrur hjá skipunum í ár, og báðar túrarnar hava tey verið meiri enn full undir lúkurnar.
Jaspis og Ametyst taka umleið 220.000 pund í kørum, og tað merkir, at tey hesar báðar fyrstu túrarnar í ár hava havt eina dekslast upp á umleið 50.000 pund hvønn túrin.
Tað hevur soleiðis gingið rættiliga væl hjá Jaspis og Ametyst í ár í mun hjá øðrum partrolarum, sum eru størri enn hesir báðir.
Flestu skipini, sum plaga at landa í Saltangará, vóru inni seinasta hósdag og fríggjadag, og vánaligu veðurlíkindini seinasta vikuskifti gjørdu, at tey loystu ikki aftur fyrr enn mánadagin í hesi vikuni.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn vænta tey, at fleiri skip koma innaftur at landa miðskeiðis í næstu viku.











