Jaspis og Ametyst fullfermdir

Teir roynast væl í fiskiveiði, og klokkan 07 í morgun lógu teir fullfermdir við bryggju í Saltangará. Partrolararnir Jaspis og Ametyst landa í Saltangará í morgun. Teir hava sløk 250.000 pund tilsamans og eru soleiðis fullfermdir.

Skipini hava verið úti í einar 8-9 dagar, og á landingarmiðstøðini Kongshavn siga tey, at upsin er góður.

Tað hevur annars gingið rímiliga væl hjá Jaspis og Ametyst á upsanum. Hetta eru ikki okkara størstu partrolarar, men sum onkur tekur til, roynist hetta franska sniðið av skipum væl.

Á landingarmiðstøðini Kongshavn vita tey ikki við vissu, um onnur skip koma inn at landa tað, ið eftir er av hesi vikuni.

Partrolararnir, sum liggja fremstir í røðini at landa, eru ivaleyst Heykur og Falkur, sum kanska koma inn til landing í morgin.