Jaspis og Ametyst aftur sum nýggir

Hóast partrolararnir eru seinastu nýbygningarnir, sum eru komnir til Runavíkar kommunu, avgjørdi Snaraløkur at brúka slakar 9 milj. krónur uppá bæði skipini

Fiskivinna
Tá ið partrolararnir, Jaspis og Ametyst, koma aftur úr Hirtshals um hálvan desember, verða skipini aftur so gott sum nýggj.
 Tey hava ligið síðan, 11. september, og 16. oktober fóru tey til Danmarkar.
 - Áðrenn skipini fóru av landinum til sandblásingar og annað, varð nógv gjørt við tey í Føroyum. Øll spælskipanin er skift út, soleiðis at tað næstan bara eru trumlurnar eftir. Allar stýringar, pumpur og rør eru skift. Hesum hevur KJ-Hydraulik á Kambsdali tikið sær av, sigur reiðarin, Jónsvein Knudsen.
 FJM í Runavík hevur bygt ein nýggjan og størri móttøkupavn og ein nýggjan vaskipavn.
 - Á Mekanik hava teir gjørt eina pumpuskipan millum tangarnar, soleiðis at tilber at rætta skipið upp, tá ið tað annars hevði havt slagsíðu. Oljan rennur millum tangarnar, tá ið skipið liggur á aðrari liðini. Ongum nýtist at ansa eftir, at tangarnir fyllast, tí skipanin er sjálvvirkandi.
 Reiðarin sigur, at hetta skapar ein betri stabilitet.
 Mekanik hevur eisini skift nakrar rullur afturi á hekkuni og hevur hugt at gearinum umborð á Ametyst.
 Øll krøv um neyðkalliútgerð eru uppfylgd.

Kassalast burturav
Jónsvein sigur, at onkur partur av arbeiðnum, sum ikki var heilt liðugur, tá ið skipini fóru úr Føroyum, eru gjørdur liðugur í Hirtshals.
 - Í Danmark eru lastirnar gjørdar av nýggjum. Frammundan høvdu skipini bæði kassar og leysan fisk, men nú verður lastin burtur av kassalast. Stólpar í lastini eru tiknir burtur, og dragarar eru lagdir undir dekkið, soleiðis sum Skipasýnið hevur kravt.
 Jónsvein sigur, at fiskur nú kann koyrast niður í lastina í tveimum støðum, fremri og aftari. Saman við broytingunum í lastini annars, verður lastin arbeiðsligari, bæði tá ið fiskur verður koyrdur niður, og tá ið landað verður. Uppi á dekkinum er gjørt eitt lítið ísrúm, soleiðis at fiskur frá seinasta hálinum kann ísast uppí vaskikarið ? uttan, at ísur verður tikin upp úr lastini.
 Umklæðingarrúmini, sum vóru aftur í niðurgongdini til maskinrúmið, eru flutt fram undir bakkan. 

Sandblásing
Reiðarin sigur, at alt skipið, bæði innan og uttan, er sandblást og málað, og hann leggur dent á, at botnurin er 100% sandblástur. Apeteringin er eisini ?sjeinað?, men ikki broytt.
 - Bæði skipini hava fingið slengrikjølar, og vaksið er um sliskuna, har trolreiðskapurin kemur inn. Sliskan er eisini styrkt.
 Jónsvein vísir á, at jarnhurðarnar umborð eru skiftar út við aluminiumshurðar, sum er nógv lættari.
 - Hesar kunnu nú latast aftur við hydraulikki, sum gevur ein størri tryggleika á vetrardegi, tá ið veðrið leikar í.
Ætlanin er eisini at mála maskinrúmini.
Øll vatn-og hydraulikrør eru skift og buglur, sum vóru á skrokkunum, eru skornar burtur, og nýtt jarn er sett í.
Ametyst hevur eisini fingið nýtt gislaspæl.

Út við 9 milj. kr.
Jónsvein Knudsen sigur, at maskinurnar eru tær somu, men hesar fingu eina yvirháling fyri tveimum árum síðan.
 - Tá ið skipini koma aftur til lands umleið hálvan desember, verða tey í fínasta standi, sigur reiðarin.
 Men hetta hevur samstundis verið ein dýrur umgangur hjá reiðarínum.
 - Vit hava brúkt út við 9 milj. krónur uppá bæði skipini, men halda, at vit hava fingið nógv fyri peningin. Tann lutfalsliga dýrasti parturin vóru spølini sum kostaðu umleið 2,5 milj. krónur.
 Jaspis legði fyrstu ferð at í Saltangará sum nýbygningur, 1. mars 1986, og Ametyst kom einar 10 mánaðir seinni, um ársskiftið 1986/87.
 - Hetta eru ikki gomul skip, men krøvini til last og góðsku á fiski økjast. Tá ið vit ikki byggja nýggj skip, er neyðugt at viðlíkahalda tey, vit hava, sigur Jónsvein Knudsen, reiðari.