Jasper van der Heyden hevur longt sáttmálan við 07 Vestur í eitt ár.
Skjóti bóltsnillingurin kom til 07 Vestur úr KÍ til kappingaruppstartin 2022, har hann skuldi vera við til at styrkja um álopspartin.
– Hetta má man siga hevur eydnast til fulnar, siga tey úr 07 Vestri.
– Í fyrsta dystinum móti AB skoraði hann tvey mál í 3-3 dystinum, sum kundi síggjast sum eitt tekin um, hvat var í væntu.
Jasper hevur skorað 9 mál í ár, og hann er við í tí mesta, sum hendir fram eftir vøllinum.
– Hansara ágrýtni og serliga skil fyri spælinum er ein frægd at eygleiða sum áskoðari. Vit eru sera glað um samstarvið og fegnast um, at Jasper tekur enn eitt ár í 07 Vestur.











